At kenna seg eydnuríkan uttan at vita hví ... tað man vera ein hin reinasta gleðin
- úr Børkuvísum
Skúli

Nú er so ein 3-ára verkætlan um at fara av bakkastokki, sum skal kanna vælferð og føðslu hjá rognkelsum í aliringunum. Tað er ein PhD verkætlan, har ein lesandi, í samstarvi við universitet í Skotlandi og Fiskaaling í Føroyum, kemur at standa fyri granskingararbeiðinum. The University of Sterling (IoA) og Fiskaaling í Føroyum vegleiða tann lesandi við verkætlanini. Hin lesandi verður innskrivaður á the University of Stirling og verður fyrst og fremst staðsettur í deildini fyri aling har í tilsamans trý ár.

PhD lestrarstuðulin verður veittur fyri hesi trý árini. Arbeiðið fevnir um at taka royndir frá bæði aldum rognkelsum og frá villum stovnum. Hetta krevur ein eldhugaðan lesandi, ið er sinnaður at arbeiða sambært hesum umstøðunum. Lutfalsliga stórur partur av virkseminum verður tó í Føroyum, har mesta royndarvirksemið fer fram.

Allir umsøkjarar skulu í minsta lagi hava eina upper second class honours degree ella samsvarandi í lívfrøði, djóralækna ella landbúnaðarfrøði. Ynskiligt er eisini við eini MSc degree í eini viðkomandi grein. Skal umsøkjari gera sær góðar vónir um upptøku, er gott við hollari vitan um djóraatferð (serliga um fisk), lívvirkisfrøði og føðslu. Viðkomandi má eisini vera fúsur at arbeiða bæði úti og á alistøðini, á skrivstovu og í starvsstovu.

Lestrarstuðulin er £14.777 (uml. DKK 128.250) um árið. Lestrarvirksemið byrjar væntandi miðskeiðis í 2019.

Umsøkjarar til lestrarstuðulin kunnu seta seg í samband við Dr. Rey (University of Stirling) á teldupost Sonia.reyplanellas@stir.ac.uk ella til Dr. Johannesen (Fiskaaling, Føroyar) á asajoh@fiskaaling.fo. Lívsrensl og umsókn skulu viðfestast.

Seinasta freist at senda inn umsókn er 28. mars 2019.

Les eisini meira á www.fiskaaling.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo