At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Líka síðani Magni Arge kom  bóltandi sum eykavaldur limur á tað danska Fólkatingi,  hevur hann við rættiliga desperatum politiskum saltomortalum roynt  at komið í ljósmála sum  sera "raskur drongur".

Higartil hevur tað kortini ikki lukkast honum at blíva  tikin heilt í álvara.

Fyri tað fyrsta tosar hann "magnesiskt" við vilja, tað er eitt slag av "newspeak" úr Gøtu, sum er so stakvánaligt danskt, at næstan eingin danskur hyggjari forstendur hann, og harafturat er innihaldið í røðunum stórt sæð altíð politiskt irrelevant við fulkomuliga skeivari adressu.

Hann brúkar nevniliga fólkatingsins talarastól til prædikustól fyri tjóðveldis-sektina, har hann skammleyst  missionerar fyri loysing frá Danmark og grenjar um, hvussu illavorðnir danskarar eru.

Nú vita flestallir føroyskir hyggjarar og nógvir danskir eisini, at loysing er slett IKKI eitt mál, sum kann ella skal viðgerast á donskum Fólkatingi. Tað er eitt løgtingsmál, sum bara kann avgerast í Føroyum.

Tað hvørki kann ella vil Magni Arge forstanda, og tí blívur hann við at troytta fólkatingslimir við sínum ynkiligu jeremiadum um, at Føroyar enn ikki hava fingið loysing.

Samstundis reypar og lýgur hann fyri donskum hyggjarum, at meginparturin av Føroya fólki vil hava loysing.

HVAÐANI hevur Arge hesi rongu tíðindi?

- Tað er jú ikki eitt ár síðani, at ein stór umfatandi kanning í Føroyum vísti, at bara 28% av føroyingum vildu hava loysing. 

Hví loypir Magni Arge hetta faktum heilt um, ella hevur hann slett ikki sæð kanningina?

Fyri tað næsta brúkar tann forargiligi Magni fyri triðju ella fjórðu ferð Fólkatingsins kostbæru tíð uppá at fortelja tinglimum og sakleysum donskum hyggjarum, hvussu knáur steinhøggari ein farin skyldmaður hjá honum var, tí forfaðirin var boðsendur úr Føroyum til at gera grótarbeiði á Christiansborg fyri 100 árum síðani. 

Hetta grótarbeiði er alla æru vert, men tað er valla politiskt relevant at nevna fleiri ferðir, serliga ikki í eini  politiskari røðu, beint áðrenn Tingið fer heim.

Fólk mugu fáa ta fatan, at Arge-skyldmaðurin var tann einasti, sum kundi greiða hetta famøsa  grótarbeiðið.

Men her mugu vit skuffa bæði Magna og hansara trúgvu proselyttar.

Orsøkin til, at man sendi boð eftir grótmanninum var bara tann, at man vildi hava fakligt fólk, umboðaði úr øllum Danmark, Íslandi, Føroyum og Grønlandi at byggja landsins lóggávuting. 

Tað var minst eitt trycifrað tal av kønum donskum steinhøggarum, sum høvdu kunnað gjørt líka so hegnigt  arbeiði, sum Argemaðurin kundi.

Men Magni fær tað at ljóða, sum um danskarar vóru neyðstaddir fyri gróthøggarar.

Tað er sera naiv søguskeikling.

Vit kunnu litterert vísa Magni til sangin "Jens Vejmand" hjá javnaðarmanninum Jeppe Åkjær, sum yrkti sín grótsang júst um tað mundið, tá ið Arge høgdi á Christiansborg.

Harafturat gremur Magni seg um, at grót-skyldmaður hansara skuldi missa bæði eitt eyga og ein gongulim, meðan hann arbeiddi á Christiansborg. 

Tað ljóðar syndarliga tragiskt, men hvør skal lastast fyri tað?

Er tað Danmark, tað danska fólkið ella grundlógin, sum hava skyldina fyri, at Argemaðurin bleiv skaddur undir sínum arbeiði?

Aftur eitt totalt irrelevant politiskt mál at brúka í eini fólkatings-debatt!

Endiliga gremur Arge seg um, at føroyingar importera for nógv úr Danmark.

Men sum Petur Mohr Dam helt fyri, tá ið Erlendur Paturssonur grenjaði akkurát, sum Magni ger nú: 

- Hvis norðmenn, svenskarar ella eingilskmenn vilja selja føroyingum vørur, stendur tað til eina og hvørja tíð bæði teimum og føroyskum handilsmonnum frítt fyri. Har er ikki ein steinur í vegin, eingin barriera, uttan tann, at danskir leverandørar eru aloftast  nógv meira álítandi, geva betri service og eru oftast bíligari enn hinir.  Tí vilja og velja føroyskir handilsmenn heldur at handla við Danmark.  So einfalt er tað!

- Men hvat rakar eitt slíkt mál Fólkatingið? 

Tað hoyrir heima í Tinganesi ella í heilsølum hjá grossistum í Havn, har millum annað okkara uttastovuministari er ein tann allarstørsti og skammleysi importørur av donskum vørum til Føroya?

HVÌ ger hann tað, harra Arge, og HVì fert tú ikki eftir honum?

Eingin krevur, at føroyingar keypa úr Danmark, men danskarar duga nú einaferð nógv betri at handla enn t.d. norðmenn og íslendingar.

Tessvegna fáast føroyskir vinnumenn treyðugt til at keypa aðrastaðni enn í Danmark, sjálvt um Magni heldur tað vera forargiligt!!!

Men tað hevð klætt Argemanninum at skift politiskt gear á Fólkatingi og latið Løgting og Føroya fólk um loysingina, sum ikki er eitt fólkatingsmál, so kundi hann kanska funnið fram til relevant mál, sum KUNNU loysast á Fólkatingi, men tað hevur hann nokk tíverri slett ikki talent til. 

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo