Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Undir síðsta veljara-stríði fyri skjótt tveimum árum síðani vóru bæði javnaðarflokkurin og serliga tjóðveldisflokkurin stálsettir í teirra beisku andstøðu móti kvotaskipanini í fiskivinnuni, og tað høvdu teir verið í fleiri ár.

Tessvegna var tað ógvuliga rímuligt at vænta sær eitt "skilagott" alternativ frá tí "nýggja" andsstýrinum beinanvegin!

Tí soleiðis sum teir høvdu leikað í, máttu flestøll avgjørt rokna við, at hesir flokkar langt síðani høvdu eina SERA gjøgnumhugsaða, konstruktiva og krystallklára broyting liggjandi skuffu-klára.

- Meginparturin av fólkinum stundaði eftir, at teir fóru at realisera sínar broytingar beinanvegin, tí teir høvdu sanniliga havt ovmikið av tíð til at fyrireika tað.

Men gakk, veljarin fekk nakað heilt annað at síggja!

Landsstýrið bleiv skipað við veldigum rómi, men stórt sæð einki hendi við fiskivinnuni. Man debatteraði dovisliga aftur og fram um eini 15 %, sum KANSKA kundu umskipast!

Man hevði einki konstruktivt alternativ til kvotaskipanina - man hevði BARA verið harðliga ímóti!

Í hesum pínliga ráða- og idéloysi leitaði tann illa sperdi fiskimála-ministarin sær so knappliga akademiska hjálp. Hann forlovaði seg við einum naivum teoretikara á Fróðskaparsetrinum, sum visti næstan líka so lítið um praktiska fiskivinnu, sum fiskaministarin sjálvur.

Men hesin akademiski amatørurin fírdi slett ikki fyri at "úttala" seg við stórum eldhuga sum fakligur ignorantur í málinum, og eftir rættiliga stuttari tíð billaði hann bæði sær sjálvum og øðrum inn, at hann nú var blivin sakkønur ekspertur.

Henda absurda greipan av einum idé-sørum ministara og einum høgtflúgvandi dilettantiskum docenti førdi til, at teir báðir forelskaðu seg í tí brutala "auktions" (uppboðssølu)-princippinum, sum skuldi avloysa kvotaskipanina.

Hetta var sum at koma úr øskuni og beint í eldin! Var kvotaskipanin órættvís, ja, so er eitthvørt auktions-tiltak hvaðna verri, og nógv øtaðust yvir fantasiloysið.

Men so gjørdi fiskiministarin eina "snilda kúvending". Hann setti eina ad hoc-nevnd, sum í meira enn eitt hálvt ár skuldi "kanna", hvat ið var tað rættasta at gera, men ministarin hevði fjøtrað og bundið nevndina, soleiðis at hon í sínum kanningar-møguleikum, noyddist at barsla við uppskotinum hjá tí absurdu greipuni: Ministara og Fróðskapar-jassi!

So nevndin konkluderaði, at auktión var tað einasta rætta og fiskiministarin kundi reducerast til ein auktionarius, sum avreiddi landsins ognir til hægstbjóðandi kapitalsterka spekulant. Síðani hava tey flestu bara nevnt hann avreiðingar-ministarin!

At ein sekt sum tjóðveldisflokkurin gongur við til eitt so vitleyst tiltak, har man forerar tí ríkasta matodorinum ella strámanninum landsins ognir, er groteskt í sær sjálvum, men ikki heilt óvæntað, tí teirra undarligi "flokkur" hevur altið verið eitt eldorado fyri opportunistar.

Harafturímóti er tað heilt óforstáiligit, at ein socialdemokratiskur flokkur, sum javnaðarflokkurin bara vil debattera eitt so vileyst avreiðingar-uppskot, sum auktión. Tað vil gera Føroyar til eitt reint PLUTOKRATI, har eirindaleysir oligarkar ráða.

Hvat er alternativið
Er so einki alternativ til kvotuskipanina? Sjálvandi er tað tað!

Tað er gamal siður í Føroyum at fagna, beundra og premiera tað ódefinerliga fyribrigdið "fiskieydnu"!

Tað er sjálvandi ikki serliga socialt, men tað er, ið hvussu so er nógvar ferðir rættvísari enn bæði kvotur og auktión.

Landsstýrið kann skipa fyri einí sera breiðari og relativt "objektivari" nevnd, sum bæði telur fakfeløg hjá reiðarum og fiskimonnum, politisk umboð fyri ALLAR løgtingsbólkar og relevantar fiskivinnufyritøkur. Henda nevnd skal so fáa einarætt, uttanum Landsstýrið at geva fiskiloyvi í avmarkaða tíð, og tað skal lutast eftir kvalifikatiónum, sosum kunnleika, fiski-úrslitum og amboðum, og slett IKKI eftir kapital-megi.

Nevndin skal kontinuérliga kunna revidera, hvussu fiskiloyvini verða hagreidd, og hon skal kunna frátaka fólki loyvi, um tey verða misrøkt. Við varierandi skatti og avgjøldum kann nevndin fora fyri, at nakar grádigur lukkuriddari gerst múgvandi oligarkur av sínum tíðar-avmarkaða monopoli. Hetta er altsamalt møguligt, um viljin er til tað!

Ein slík skipan er stutt sagt premiering av teimum egnaðu (meriteraðu), uttan at tað verður órímulig akkumulering av kapitali!

Eitt slíkt MERITOKRATI góðtekur, at fiskieydnan er ein inkommensurabul faktorur, sum man má rokna við.

Vit javnaðarfólk mugu tí bæði vænta og krevja, at okkara flokkur steðgar vitloysinum. Tað má aldrin spyrjast, at okkara flokkur vil vita av einum so karráum tiltaki, sum almennari lands-auktión.

Lat okkum heldur velja at útvega loyvi eftir erligari umsókn.

SJÁLVT eitt LOTTARÍ (happadráttur) ER MEIRA RÆTTVÍST ENN NØKUR AUKTIÓN!

Aksel løgmaður má nú besinna seg og steðga tí idé-fátæka fiska-ministaranum og fáa landsstýrisskútuna rættaða heilt uppaftur. Tað verður ein  óavvaskilig skomm fyri socialdemokratar, um teir bara smáfríggja við illa-umhugsaðum og stupidum fíggjarligum tiltøkum, sum smakka av uppboðssølu ella aðrari avreiðing, - hon verið seg jóanesisk ella høgnesisk!

Annars síggi eg nú, at sambandsmenn hava framsett eitt annað broytingaruppskot til ta vitleysu útsøluna hjá fiska-ráðharranum. Tað er fyri neyðini, tí alt er betri enn neyðareggið hjá tí politiskt greipaða "Stýri og Setri".

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo