Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Fyrr í hesi vikuni kom ein greining frá Danska Tjóðbankanum um tann føroyska búskapin.

Niðurstøðurnar eru í høvuðsheitum tríggjar:

• Búskapurin er í einum hákonjunkturi, við høgum prísum á alilaksi og góðum fiskiskapi

• Fíggjarpolitikkurin er ikki við til at javna búskaparligu menningina

• Yvirskotið á fíggjarlógini er alt ov lítið

Gjørdi mær tann ómak at ogna mær hesa frágreiðing, og við 2,50+ handilsbrillum setti eg meg at lesa hana, úr enda í annan. Eftir at hava plógt meg gjøgnum fyrstu fýra síðurnar, renna eyguni eftir síðu 5.

Tað er ikki sørt at brillurnar hava hug til at detta langt niður á nøsina, tá eg síggi Danski tjóðbankin hevur úr Føroyum fingið at vita, at óvanligur vinningur í fiskivinnuni er 1 milliard og hetta skal verða við til at tryggja fíggjarpolitiskt haldbarið í longdini.

Trýsti brillurnar uppá nøsina aftur, og lesi einaferð afturat.

Eina heila milliard!

Jú, her stendur ein milliard.

Og mín sann stendur eisini hvar hesir upplýsingar koma frá: Ríkisumboðnum.

Tað er bert eitt at gera; seta brillurnar væl til rættis og lesa meir.

Finni fram til, at Ríkisumboðið hevur sent eina frágreiðing til Føroyanevndina á Fólkatingið í 2017.

Hesa finni eg fram, og har stendur, at:

Man mener, at der ligger en stor ressourcerente i de levende ressourcer, som Færøerne har ret til atfiske. Landsstyreområdet for fiskerianliggender vurderer, at der i 2015 var en ressourcerente eller overnormal profit inden for fiskeriet på omkring 1 mia. kr. fordelt med omkring 750 mio. kr. indenfor det pelagiske fiskeri, 200 mio. kr. i fiskeriet i Barentshavet og omkring 50 mio. kr. i bundfiskeriet ved Færøerne.

Eina tilfeingisrentu uppá eina milliard.

Javel, hugsið eg.

Hetta er so í øllum førum ikki nakað eg kenni til. Ikki soleiðis uttan at hugsa meg um.

Eitt sindur undrunarvert er at lesa eina frágreiðing frá Danska Tjóðbankanum, sum hevur upplýsingar frá Ríkisumboðnum, sum hevur teir frá Fiskimálaráðnum.

Soleiðis er tað nú einaferð, og soleiðis eigur tað kanska at verða. Men eg kann ikki lata verða við at hugsa um hesa milliardina; er tað nakað sum eg havi yvirsæð í øllum tí dagliga meldrinum við kreditorum, debitortryggingum, goymsluleigu, debitorfígging, staðfest tap osfr.

Eri eg vorðin støddfrøðiliga retarderaður sum so nógv onnur, og mist fótafesti til dagliga veruleikan vit liva í her í landnyrðings Føroyum?

Tankameldurin heldur fram, men við eitt komi eg at hugsað um, tá vit einaferð í 7. klassa í Ósá skúlanum lærdu um Algebra, har vit lærdu at rokna við broytiligum tølum og líkningum. Haldi vit kallaðu tað fyri bókstavarokning, tí tað altíð vóru bókstavir vit roknaðu við.

So seti meg at leita eftir, hvussu henda vælsignaða tilfeingisrentan verður roknað.

Og frymilin finni eg í Búskaparfrágreiðingi fyri 2014.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo