Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Vinna

- Bara í einum føri hevur eitt ferðafólk, sum ætlaði sær út í hólmin, sett seg ímóti at gjalda. Eftir at vit høvdu roynt at greiða honum frá hvussu og hví, og viðkomandi framvegis mutaði ímóti, lótu vit hann bara fara. Burtursæð frá hesum eina persóninum hevur tað gingið nógv betri enn eg tordi at vóna áðrenn vit fóru undir skipanina.

Tað sigur Pól Sundskarð, sum er maðurin við appini hiking.fo. Tað er hann sum saman við bøndrum og øðrum í Mykinesi umsitur skipanina við gjaldi frá hópum av ferðandi sum ætla sær til gongu í haganum har, og nú eisini fer at gera tað sama saman við Nípuhaganum í Vágum.

Hagastýrið har hevur staðfest sera nógv slit av haganum, eftir at áhugin at ganga út á Trælanípuna og Bøsdalafoss hevur vundið nógv uppá seg tey seinnu árini.

- Vit fingu ein ringan start í mai, tí veðrið var út av lagi vánaligt og ring kyrra so fólk sluppu ikki út. Men seinastu dagarnar hevur tað gingið væl og nógv fólk hava verið, sigur Pól Sundskarð í stuttari viðmerking.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo