Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Vinna

Grønlendska stórfyritøkan Polar Seafood, har eisini nógvir føroyingar arbeiða, hevði í fjør ein vinning uppá 155,4 mió kr. Tað er 33% meira enn í 2017.

Sølan var 3,3 milliardir krónur og starvsfólkahópurin vaks, so nú starvast yvir 1.000 fólk hjá Polar Seafood.

- Úrslitið er nøktandi og er áleið tað sum vit roknaðu við, hóast tilfeingisgjøldini til landið eru vaksin nógv í árinum, sigur leiðslan í frágreiðingini.

Annar av eigarunum og stjórin í Polar Seafood, Anders Brøns, varð í desember funnin druknaður í havnini í Aalborg. Eftir tað er hin eigarin, Jens Salling, vorðin ovasti stjóri í fyritøkuni. Sonur Anders, Miki, er komin í fleiri av nevndunum sum hoyra til samtakið, millum annað Polar Seafood Greenland og Polar Seafood Denmark. Hann hevur eisini arvað partabrøvini hjá pápanum, sum er 50% av Polar Seafood Greenland.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo