Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag.
- Mark Zuckerberg

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Risastóra grønlendska fiskivinnufyritøkan Polar Seafood verður ikki seld til íslendsku fyritøkuna Brim.

Hetta staðfestir nevndarformaðurin Henrik Leth í stuttari viðmerking til VP.

Innan fiskivinnuna hevur tað longi ljóðað, at tað vóru tingingar í gongd millum eigararnar av hesum báðum fyritøkum, og at tað var komið langt ávegis við at fáa eina avtalu upp á pláss.

Bert smálutir vóru eftir at fáa greiðu á. Til dømis hevur verið sagt, at semja var um ein prís upp á 750 mio. kr. og at fígging eisini var fingin til vega.

Men nú kann so staðfestast, at tingingarnar kortini ikki bóru á mál.

Nevndarformaðurin vil ikki gera viðmerkingar um orsøkina til tað.

Ætlaða sølan til Brim var mett sum eitt lið í einum ættarliðsskifti í Polar Seafood.

VP spurdi Henrik Leth, hvussu verður við hesum, nú ein avtala ikki fekst í lag, men heldur ikki hetta vil hann gera nakrar viðmerkingar til.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann