Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Onnur tíðindi

Tað er serliga sonevndar "remote" skipanir, sum gera teldurnar sárbarar á netinum. Í tíðindaskrivi sigur politiið, at funnið er fram til nógvar føroyskar teldur, sum alment vísa, at tær eru atkomuligar á netinum ígjøgnum hesar "remote" skipanir - tað er ein skipan, har til ber at yvirtaka telduna á netinum.

Eisini er komið fram, at fleiri føroyskar fyritøkur eru sjónligar við sínum møguleika at koma framat telduni á netinum umvegis "remote" skipanir ella "fjernskrivebord".

Politiið sigur, at tað kann sjálvsagt verða ein tilvita avgerð, at ”fjernskrivebord” hjá stovninum/fyritøkuni er sjónligt ígjøgnum internetið, og stovnurin/fyritøkan møguliga longu er varug við tann vandan, sum hetta kann føra við sær.

- Vit vita tó av royndum, at tað eru mong, sum ikki eru varug við at teirra ”fjernskrivebord” er sjónligt á internetinum, sigur politiið.

- Tekniska kanningareindin hevur sett seg í samband við fleiri stovnar og fyritøkur, hvørs ”fjernskrivebord” er sjónligt á internetinum og kunnað tey um vandan, sigur tekniska kanningareindin hjá politinum, sum samstundis eggjar øllum til at kanna uppsetingina í teirra kt-kervi fyri at avmarka vandan fyri álopum mest møguligt. Hetta er nakað, sum kt-deildin ella kt-veitarin hjá stovninum/fyritøkuni kann hjálpa við.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo