Fylg hjartanum og lær, at tað var ein orsøk til at tú vildi sum tú vildi
- Dori Roberts
Onnur tíðindi

Bjargingarlið og politi við hundum halda fram við leitingini eftir fanganum sum flýddi úr varðhaldinum í Mjørkadali í gjár.

Við útvarpið í morgun segði Rani Wardum vaktleiðari frá politinum, at ein møguleiki er, at maðurin er farin á fjøllini og har er dottin í myrkrinum í nátt.

Leitingin, sum steðgaði tá tað bleiv myrkt í nátt, byrjaði aftur umleið klokkan 7 í morgun, og bjargingarfeløg úr Havn og Kollafirði eru við. Politiið brúkar hundar í leitingini.

Tað er sera sjaldsamt, at fangar rýma úr varðhaldum í Føroyum.

Politiið hevur sent hesa lýsingina av manninum út: Hann er 37 ár, er umleið 1.90 m høgur, heldur boygdur í bygnaði, er tunnhærdur og hevur “mána”

Løgreglan hevur 351448 ella 119.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo