Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Onnur tíðindi

Ólavsøkan í ár hevur verið sera friðarlig, siga tey av Politigarðinum í Havn.

Farnu nátt hevði løgreglan serligt fokus á rúsevni og "nakrir lummar vórðu endavendir", sum vakthavandi málber seg. Tilsamans 4 fólk eru skuldsett fyri brot á lógina um euforiserandi evni.

Í hesum sambandi vísir vakthavandi á, at tað er eisini brot á lógina at hava uppiá sær útgerð at taka rúsandi evni, til dømis eina hashpípu.

Nokkso nógv fólk vóru í býnum sum høvdu fingið ov nógv at drekka, men æruna av, at hesi fáa so góða hjálp, hana eiga samarittarnir, vísir vakthavandi á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo