Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eg havi seinastu vikurnar fingið fleiri áheitanir um at greiða frá ”mínum politikki”. Fólk spyrja meg, hvørji míni mál eru, hvussu eg vil raðfesta ymsu økini, og hvørjar broytingar eg vil fremja. Tað er ikki løgið at fáa slíkar spurningar, tí flestu valevni stilla upp við tí fyri eyga at gera broytingar, fyri at varðveita ella betra um skipanir og at raðfesta.

Umboðandi Javnaðarflokkin er tað sjálvandi javnaðarhugsjónin, ið stendur mínum hjarta nær. Tað er ikki bara mín politikkur, men tað er tað, flokkurin stendur fyri. Flokkurin fer fyrsta dagin at leggja fram okkara valskrá, so til ber hjá øllum at kunna seg - ikki um míni mál, men okkara mál.

Tí eingin ger nakað einsamallur. Tað vita vit.

Vit mugu minnast til, at tá broytingar verða gjørdar, so eru tað ikki politikarar, sum eiga hesar. Tað er fólkið- eisini tey, sum ikki atkvøddu fyri tínum flokki ella ávísum løgtingslimi. Tað er jú alt fólkið, sum eigur politisku skipanina. Ikki øvugt.

Og tað er borgarin, sum antin kennir ágóðan ella sviðan av, hvussu ið raðfest verður.

Tí mugu flokkar og umboð eisini innanhýsis duga betri at lurta hvør eftir øðrum og samstarva so væl, sum til ber.

Avbjóðingarnar eru størri enn, hvat ið einstakar samgongur megna einsamallar

Hendan samgongan hevur seinastu fýra árini tikið nøkur megnartøk á fleiri økjum. Og nú, tað stundar til val, hava vit facit í hond.

Vit fingu eina neyðuga pensjónsnýskipan. Við teprum meiriluta. Hetta, hóast stóru andstøðuflokkarnir báðir vita, at hon var neyðug og vendir sosialt rætt.

Vit fingu eina fiskivinnunýskipan. Við teprum meiriluta. Hetta, hóast samgongan og Sambandsflokkurin stórt sæð vóru samd um hana.

Vit fingu ongan bústaðarpakka, hóast øll vita, at bústaðartørvurin er stórur.

Vit eiga onga felags semju um orku- og umhvørvismál, hóast hetta er eitt av okkara mest átrokandi málum.

Eingin breið semja er í eygsjón um, hvussu vit skipa okkara ferðavinnu. Og partapolitiskur stoltleiki forðaði fyri semju um føroyska stjórnarskipan.

Eg vóni, at komandi løgting fær samtykt ein bústaðarpakka, sum svarar til tørvin í dag.

At komandi løgting megnar at semjast um ein fíggjarleist fyri alt heilsuverkið, sum í dag tørvar pening og fleiri hendur. Hetta leggja vit upp til í Javnaðarflokkinum.

Og eg vóni so inniliga, at partapolitiska keglið um fiskivinnu – og pensjónsnýskipanina ikki endar við, at alt verður rullað aftur.

Eingin sigur, at alt bleiv perfekt. Men tveita vit enn einaferð hesi bæði mál út í partapolitiskt kegl, so velja vit afturhald heldur enn framhald.

Politikkur snýr seg um menniskju

Tí handan øll hesi øki, aftanfyri allar politiskar nýskipanir og lógarbroytingar – har er borgarin og viðurskifti hansara.

Ein bústaðarpakki snýr seg sostatt líka lítið um hús, sum ein fiskivinnunýskipan snýr seg um fisk. Tí – í politikki snýr alt seg um fólk, sum antin verða ávirkað av, at okkurt verður gjørt. Ella, at einki verður gjørt.

Tí er mín áheitan til øll, sum stilla upp til løgtingsvalið hesaferð: Lat okkum eisini minnast til at lurta hvør eftir øðrum. Tí, tað kann altíð enda við, at vit umboða hvønn annan. Og vit umboða altíð alt føroya fólk.

Tað skylda vit teimum, sum til komandi løgtingsval, kanska atkvøða fyri seinastu ferð.

Og tað skylda vit teimum mongu, sum enn hava fleiri krossar at seta komandi mongu árini.

Katrin Dahl Jakobsen,
Valevni fyri Javnaðarflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo