List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Til Aksel V. Johannesen, løgmann

Att. Pf.  Vágatunnilin

Politiski myndugleikin gjørdi á sinni eina lógarsamtykt um fast samband um Vestmannasund og Leirvíksfjørð.

Landið lat ávikavist umleið 160 milliónir til Vágatunnilin og uml. 230 milliónir krónur til Leirvíkstunnilin.

Restupphæddin av lánsupphæddini umframt rakstur í afturgjaldstíðini skuldi gjaldast aftur við bummpeningi. Síðan skuldu partafeløgini og bummurin avtakast, og hesi vegastrekkir leggjast í landsvegakervið.

At hetta var ætlanin eru politikarar, ið sótu við ræði tá tunlarnir vóru samtyktir, umframt føroya fólk, vitni til.

Vísast kann eisini til stórfund, ið var á Giljanesi um málið á vári 2016, har m.a. fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, eins og fyrrverandi og núverandi løgtingsmenn vóru tilstaðar. Eisini greiddu fólk frá teirra hugsan tá avtalan varð gjørd.

Niðurstøðan var púra greið: Tá lánsupphæddin var niðurgoldin eftir áleið 15 árum, so skuldi ikki gjaldast meira um Vestmannasund og Leirvíksfjørð.

Hetta var ein greið avtala og somuleiðis fatan ímillum føroyingar tá eins og nú.

Nú er Vágatunnilin útgoldin – og bummurin skal burtur. Tað verður eitt stórt framstig, helst størri enn tá tunnilin kom á sinni. Tað hava vit glett okkum til í mong ár.

Vit hava hildið okkara part av avtaluni – og nú skal landið halda sín part.

Tí kunnu politisku valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum, umframt kommunur, vinna, ferðavinna eins og vanligi brúkarin als ikki góðtaka at framhaldandi gjald verður kravt til ein tunnil, ið er útgoldin.

Vit meta, at eitt slíkt gjald er ólógligt at leggja á brúkaran/vinnu og er eitt greitt brot á eina gjørda avtalu. Slíkt gjald er kappingaravlagandi og ein forðan fyri vøkstri.

Vit krevja, at avtalan verður hildin – og bummgjaldið verður avtikið beinanvegin.

Vit vilja eisini minna á, at tygum, Aksel V Johannesen, løgmaður, lovaðu valfeløgunum /kommununum fund um málið í sept. 2016.

Vit krevja at fáa hendan fundin sum skjótast.

Vegna
Kommunum í Vágum og Klaksvík
Valfeløgini í Vágum og Norðoyggjum
Vinnuna  og Ferðavinnuna

 
Rósa Samuelsen, borgarstjóri í Vága Kommunu
Eyðdis Hartmann Niclasen, komandi borgarstjóri í Vága kommunu
Súne Jacobsen, borgarstjóri Sørvágur
Aime Jacobsen, komandi borgarstjóri í Sørvágs kommunu
Jógvan Skorheim, borgarstjóri Klaksvík
Sølvi Símunarson, Vága Tjóðveldisfelag
Jarnold Nattestad, Vága Fólkafloksfelag
Marjus Dam, Vága Sambandsfelag
Napoleon Magnussen, Vága Javnaðarfelag
Jákup Suni Lauritsen, Miðflokkurin
Erhard Jacobsen, Nýtt Sjálvstýri

Vinnuna:
Kristian Olsen, SP/f KJO Lastvognskoyring
Atli Gregersen, stjóri, Luna
Rúni Magnusson, EUR Express
Johan á Mýrini, stjóri, H-Dygd
Marit J Magnussen stjóri, Gamla hotellið í Miðvági
Ári Thomassen stjóri Sandavágs Timburhandil
Niels Olgar Joensen, stjóri, Giljanes
Jens Kristian Haraldsen, stjóri, Klima.fo
Thorfinn Nielsen, stjóri, Elinnlegging
Jákup Joensen stjóri, OilWind
Jógvan við Keldu, umboðani Vinnulívsráðið í Klaksvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo