Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

At flyta fokus frá fiskivinnukollveltingini og fyri at koma úr pørtum av sjálvgjørda politiska rasshaftinum, sendi løgmaður, sum ketta úr høvdatrogi, herfyri uppskot til stjórnarskipan í Løgtingið.

Lógaruppskot, sum sjálvsagt átti at savna og ikki spjaða.

Men tað legði uppiprátandi løgmaður vertin á. Hann tók semjuleysa og áður burturvísta stjórnarskipanaruppskotið frá 2010 - fiflaði í tí, og sendi tað síðani í politiskum ráðaloysi í tingið.

Burturvísing
Nú er so komið undan kavi, at úrslitið av politiska agaloysinum hjá landsstýrinum er, at umsitingin í Løgtinginum hevur kolldømt stjórnauppskotið og í óvanliga greiðum niðurstøðum mælir til, at uppskotið verður burturvíst úr Løgtinginum.

Løgtingsumsitingin sigur m.a. púra greitt, at stjórnaruppskotið ber brá av, at tað ikki er gjøgnumarbeitt og tí heldur ikki er búgvið til støðutøku í Løgtinginum, og tað heldur ikki er nøktandi, at stjórnarskipan, sum skal vera grundarlag undir rættarsamfelagnum og arbeiðsamboð hjá Løgtinginum, ikki hevur viðmerkingar, sum nágreina ella í minsta lagi hugleiða um einstøku lógargreinanarnar.

Niðurstøðan er eyðsýnd og klokkuklár – burturvísing úr Løgtinginum.

At umsitingin í 2013 bar í bøtuflaka fyri vantandi viðmerkingar, var tá óskiljandi og greiður feilur – talan var ikki um juridiska ráðgeving, men subjektiv politisk støðutakan at hjálpa táverandi andstøðu. Gjørd misstøk legalisera sjálvsagt ikki, at nýggj misstøk verða gjørd.

Paralellsamfelag
Í fornoktanini av veruleikanum og politiska tráðanin eftir at liva í paralellsamfelag, samtykti ráksnúgvin meiriluti í løgtinginum í hissini í 2011 at strika grundlógina, heimastýrislógina og millumtjóða sáttmálar úr § 57 í tingskipanini. Endamálið var at mýkja stjórnarrættarligu støðuna, bleiv sagt í viðmerkingunum?

Tí fær løgtingsins umsiting nú ikki tikið atlit til grundlóg og heimastýrislóg í uppskoti løgmans, hóast stjórnarskipanaruppskotið sjónliga er brot á umrøddu lógir – sum eru í gildi og grundarlag undir øllum politiskum og lógligum viðurskiftum (herundir rættartrygdini) í gerandisdegnum.

Og tað veit løgmaður, sum eisini er løgfrøðingur!

Hesin anarkistiski hugburður var eisini sjónligur í viðtalu í KvF, tá útsendi tíðindamaðurin hevði samrøðu við kvinnuliga ungkommunistin í Barcelona, sum avdúkaði, at katalonar ikki skulu góðtaka ”gomlu” grundlógina fyri Spania frá 1978?!

Grundlóg, sum stórur meiriluti av katalonum tá atkvøddu fyri. Ungkommunisturin fekk sjálvsagt ongan spurning um hetta frá (politiska) serfrøðinginum í KvF.

Agaloysi
Í KvF-samrøðum tosar løgmaður annars aftur uttanum og uppií – hini hava skuldina. Hóast lemjandi kritikk, tekur hann ikki uppskotið aftur.

Nei, hann skákar sær undan, sum vant - Løgtingið skal taka støðu til og viðgera stjórnaruppskotið í §25-nevndini.

Altso, løgmaður ætlar at minst møguligi meirluti í tinginum skal trumla uppskot um grundlóg fyri Føroya Fólk gjøgnum Løtingið og so í nevnd?!

Slíkt politiskt agaloysi er neyvan fyrr sætt í okkara aldargamla tingi.

Fawlty Towers
Spennandi at vita hvussu løgtingsformaðurin fer at atkvøða týsdagin, hann sum er politiski garantur og ábyrgdari tjóðveldis fyri fólkaræðiligum treytaleysum nærlagni?

At áhaldandi politiska ráðaloysið nú skal úrslita, at samgongan fer at taka løgtingsumsitingina av ræði, er sigandi fyri hurlivasan í gonguni.

Hevði tað verið spurningur um viðtøkurnar hjá sjavsklubbanum í Søltuvík, sum blivu bendar alt eftir humørinum hjá limunum eitt leygarkvøld í kæti, høvdu flestu ypt øksl sligið tað uppí glens, men at politisk ómegd og dugnaloysi skal seta viðtøkur Løgtingsins til viks, tað er serstakliga álvarsamt.

Og í vikuni tók landsstýrið øll trý nýliga framløgdu lógaruppskotini aftur – orsøkin, einki samsvar, eigin semja, einki trúvirði …….?!

Segði nakar Fawlty Towers? Samanberingin hevði vissuliga gjørt John Cleese órætt.

Bjarni Djurholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo