Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Býráðsfundur var í Runavík ígjárkvøldið, tí hoyrdi eg ikki hvat menn skvøttu burturúr sær í lurtinum um náttverðatíð. Komin til sangvenjingar seinri, í Glyvra kirkju, heldur onkur í kórinum fyri, at nú ætlar kommunufelagsformaðurin at steðga Tangafjarðartunlinum.

Hetta var spildurnýtt fyri mær - og eisini fyri næstformanninum í Kommunufelagnum. Síðani havi eg staðfest, at ein maður hevur havt hesar ætlanir í náttverðatíðindunum, men eg veit ikki hvør viðkomandi er.

Bara tað, at hann rópar seg Heðin Mortensen. Onkuntíð í politiskari skemtijargon kallaður hin føroyski Kaskett-Karl. Hvørjum av teimum átta beinunum hann stóð á í veiku løtuni, hann varð samrøddur, er ikki til at vita hjá vanligum fólki, men tað kann hava verið:

Formaður Kommunufelagsins.
Borgarstjórin í Tórshavn.
Tingmaður Javnaðarfloksins.
Næstformaður Føroya løgtings.
Formaðurin í fíggjarnevnd Tórshavnar býráðs.
Landspolitiski samgongumaðurin.
Kommunali hotelsjonglørurin.
Kommunali húsameklarin.

Vanligi eiturkoppurin, vit kenna, hevur átta bein, tað kann ein politiskur eiturkoppur eisini hava, men lat meg staðfesta við sjeytummaseymi, at Heðin Mortensen stendur á ongan hátt á kommunufelagsbeininum í samrøðuni við Una Holm Johannesen á náttverða í gjárkvøldið, táið hann m.a. sigur soleiðis: “Hvat er tað man noyðist, eg vildi eisini sagt, eg haldi eisini at man noyðist frá løgtinginum og landsstýrinum at halda aftur. Vit gera tveir undirsjóvartunlar fyri yvir milliardir av krónum.”

Eftir hetta stutta innskotið hjá UHJ: “Er vandi fyri at búskapurin verður ovurhitaður, kann landsstýrið útseta Eysturoyartunnilin?” letur formaðurin hjá øllum kommunum landsins sær ikki siga, hann er óvanliga skjótur í mótreplikkini: “Ja, í míni verð haldi eg, vit kunnu gott steðga á eitt lítið sindur.

Eg veit ikki hvat er meira vigtigt, um vit skulu fáa dagligdagin at ganga her á Føroya landi. Vit síggja eldraøkið, hvat tørvur er á sosiala økinum, Landssjúkrahúsinum og sjúkrahúsunum í síni heild, og so fara í gongd við undirsjóvartunlar fyri at kunna koyra 10 minuttir ella eitt korter skjótari. Eg veit ikki um tað er neyðugt beint nú.”

Kommunufelagið sendi eitt tíðindaskriv út til fjølmiðlarnar í gjár. Endamálið var ikki til at misskilja. Kommunurnar valdu enn einaferð at gera vart við sítt sjálvræði og sítt politiska frælsi, nú tað liggur á ljóði, at sitandi samgonga ætlar at skerja umstøðurnar hjá kommununum uppaftur meiri enn tær samgongur, ið sitið hava frammanundan hesari. Kommunurnar hava nóg leingi verið brúktar sum politiskar og fíggjarligar bukkuspannir hjá landsmyndugleikanum, og ætla tey, sum nú verma sær mjadnarnar við landspolitisku radiatorarnar, at taka endaliga hvørkratakið um kommunala geiran, so verður tað ikki uttan stríð. Eljustríð.

Tíðindaskrivið í gjár er sjálvandi atvoldin til, at formaðurin í Kommunufelagnum verður hálaður inn í útvarpsstovuna. Har, í studioklivanum, avdúkar Heðin Mortensen, at hann hevur fløkt seg so fastan í egnum spunaneti, at hann ikki sjálvur veit hvør av teimum 8 omanfyrinevndu leiklutunum, ið verður spurdur um tíðindaskrivið frá felagnum, hann er formaður fyri.

Onkuntíð er tørvur á at leypa um borg, eisini hjá góðum telvarum, men í hesum førinum høvdu áneyðir heldur verið á einum glasi av kamfurdropum, fyri at gera renslið innanhúða rúmari og greiðari. Uni Holm Johannesen spyr formannin í Kommunufelagnum um eitt tíðindaskriv frá felagnum, og eftir øllum at døma er tað sosialdemokraturin og samgongumaðurin, parlamentariska grundarlagið undir Kristinu Háfoss, sum svarar, tí samrøðan flytir seg frá innihaldinum í tíðindaskrivinum til eina eirindaleysa propagandaherferð andvegis undirsjóvarsmogunum undir Tanga- og Skopunarfirði, sum øll hin politiska skipanin annars hevur verið garantur fyri og samd um.

Propagandaherferðin hjá politiska konginum á Vaglinum eigur ikki at ørkemla okkum sum búgva í Eysturoy og í Norðoyggjum - tíansheldur sandoyarbúgvar í tunnilsmálunum. Als ikki. Tunnilsfelagið virkar samsvarandi skottryggum lógarheimildum, enntá frá einum samdum Føroya løgtingi, og tað skulu meiri enn ravlødd valherðindini á Vaglinum til at forpurra ta ætlanina.

Kommunufelagið hevur ikki í mínari tíð í Stýrinum viðgjørt tunlarnar við einum einasta orði yvirhøvur. Tí kann eg bara staðfesta, at Heðin Mortensen ikki úttalaði seg fyri Kommunufelagið í Útvarpinum í gjárkvøldið. Annars hevði tað verið hóskiligt frameftir, at Heðin Mortensen boðar lurtarunum frá beinanvegin í eini samrøðu, hvørjum av teimum átta beinunum hann stendur á í samrøðuløtunum, mest fyri at gera gerandisdagin greiðari hjá vanligum fólki, sum hava annað at taka sær til, enn at skyna á og greiða ambitiøsu politisku herðindini hjá oddvita Kommunufelagsins. Tiltikið er, hvat ið kann henda, ríður tú á tveimum rossum, men at galoppera á 8 beinum, tað er ikki hvørsmansføri. Í hesum aktuella førinum hava vit at gera við ein figur, sum roynir tað kynstrið, - hvussu tað fer at vignast, tað spyrst um livst.

Sum borgarstjóri í triðju størstu kommununi í landinum, har ein av trimum tunnilsmunnum úr Tangafjarðartunlinum krýpur upp á land, eri eg í jøvnum samskifti við Tunnilsfelagið, og kann bara staðfesta, at tað skal meiri enn ein politiskur eiturkoppur á Vaglinum í Havn til at forða fyri, at tað verður koyrandi ímillum Runavík og Tórshavn undir Tangafirði í 2020.

tórbjørn jacobsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo