Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Lesarin skrivar

Tann óuppdrigna løgtingskvinnan, frúgvin Sonja Jógvansdóttir brúkar eitt so vulgert mál, at sjálvt fólk frá Tí danska Eindarlistanum ella Alternativinum høvdu hvept seg við slíkt orðalag ella beinleiðis vamlast við hennara atburð!

Henda militanta amazonan átti avgjørt at fingið karantenu sum ting-røðari, og so verið send til eitt uppihald á onkrum dannilsis-skúla, har hon kundi lært elementeran fólkaskikk og hartil at málborið seg so mikið stovureint, at hon er verdug til at sita í einum parlamenti.

Í løtuni ber hon seg at sum ein barnsettur, óflýggjaligur og ódannaður óviti.

Tað er sera pínligt og ússaligt, eftirsum parlamentarikarar helst áttu at verið fyrimynd og rollumodell fyri ta almennu fjøldina.

Men desperatión og ómegdin hjá teimum ólukkuligu taparunum í samgonguni førir helst til vitleysa frustratión.

Enn eru jú rættiliga fá tekn til nakran reflekterandi eftirtanka ella sjálvrannsakilsi.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo