Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates
Politikkur

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Seinnapartin í dag almannakunngjørdi Portal.fo eina mynd frá fundarhøli og eini talvu við nógvum teksti á.

Hesin teksturin hevði staðið á talvuni síðani samráðingarnar byrjaðu, og var ikki annað enn eitt yvirlit yvir arbeiðsbólkarnar sum vórðu settir í sambandi við samráðingarnar.

Tað sum samgongufólk finnast at, er framferðin hjá manningini á Portal.fo, sum sníkti seg inn í fundarhølið og tók myndina, og so almannakunngjørdi hana.

So fer ábyrgdarblaðstjórin undir at týða myndina, og í tí tekstinum er einki høpi í.

Í drúgvari grein fær blaðstjórin tað til, at vit fara at fáa eitt landsstýrisfólk í etiskum málum á tí sum blaðstjórin kallar Etiskt málaráð.

Sí myndina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo