Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Swansea hevur í dag boðað frá, at felagið hevur sett portugisiska Carlos Carvalhal sum nýggjan venjara í felagnum, eftir at Paul Clement fekk sekkin stutt fyri jól. 

Swansea liggur í løtuni á einum aftasta plássi í Premier League við 13 stigum, fimm stig frá niðurflytingarstrikuni.

52 ára gamli Carvalhal var fram til jólar venjari hjá Championship felagnum Sheffield Wednesday, har hann hevði verið venjari síðan á sumri í 2015.

Frammanundan tíðini í Onglandi hevur Carvalhal millum annað roynt seg í Sporting, Besiktas og Braga.

Sáttmálin við Carvalhal er fyribils galdandi fram til summar, og kann hann hareftir leingjast, um partarnir ynskja tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo