Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Lesarin skrivar

Nú Magni Arge akkurát hevur skift seingjarklæðini hjá sínum adopteraða catalonska fylgisneyta, Puigdemont eftir larmandi og selektivan-vekilsis-fund hjá loysingarrørslum, er gestakamarið hjá Arge aftur púra tómt og leyst til næstu fylking av nationalum fantastum.

Stálsettir og militantir baskarar úr tí ógvisligu ETA-fylkingini standa sjálvandi og trippa eftir at sleppa at gista hjá Magna á næsta nationala vekilsismøti. 

Hví skullu teir loypast um?

Walisarar, sum í øldir hava stríðst móti Englandi og tvørum eingilskmonnum, eru eisini ferðafúsir og klárir við kufferti og brannýggjum snákiposa (toilet-tasku). 

Bretonarar í Norður-Frankaríki gleða seg euforiskt til at vitja Magna og familjuna á Argjum.

Vetrarklæddir samar í bæði Norra og Svøríki dansa ovurkátir, meðan teir bíða eftir boðum frá Arge-manninum og øðrum tjóðveldis-partisanum.

Russiski loysingarflokkurin í Letlandi fegnast eisini stórliga við garvillum fólkadansi. 

Alsace-fólk vilja hava loysing frá Frankaríki, men samband við Týskland, so tað verður eitt sindur ambivalent hjá magnesiskum tonkjarum. 

Men teir skullu nokk finna ein hóskandi tjóðveldis-formul til hetta franco-alemaniska problemið.

Hjá øllum européiskum tvørbøllum merkist týðuligur magnesiskur várstemningur, hóast vit eru í oktober, tá ið sjáldan nakað serligt hop er.

Fyri ikki at tosa um, hvussu heilt upp í loft nógvar hálvørar og fløkjaligar fylkingar á Balkan eru blivnar av  tíðindum um magnesisk vekilsis-møtir. 

Har um leiðir vil næstan hvør einasti minniluta loysa, so allar skrúvur eru leysar eftir, at man í øldir hevur viljað loyst og kvett alt og øll, bæði nationalt, fysiskt og religiøst.

Magni kemur soleiðis aldrin at vera arbeiðsleysur, og tað verður permanent reitt ból í gestakamarinum í Borgaratúni á Argjum tann næsta mansaldurin ella líka so leingi, sum Magni kann lokka Tað danska Fólkatingið til at fíggja sín excentriska politiska aktivitet sum separatistiskur nationalist-vertur.

Tað européiska kortið kann blíva eitt magnesiskt klútateppi av berari loysing og sundurlyndi.

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo