Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vinna

POSTA: Fyri fimm árum síðani tók Posta avgerð um at lata upp terminal og skrivstovu í Kolding við navninum Posta Logistics.

Síðan byrjan hevur Posta Logistics havt áhaldandi vøkstur og hevur prógvað sítt virði sum ein týdningarmikil viðleikari, tá tað snýr seg um frakt í norðuratlantsøkinum.

Við vaksandi aktiviteti sást skjótt, at kapasiteturin mátti økjast – bæði í vavi og í starvsfólkatali. Tí lat Posta Logistics fyrr í ár eina deild upp í Keypmannahavn.

Har sita okkara serfrøðingar innan flogfrakt, og í Kolding sita serfrøðingar innan sjófrakt. Saman við fraktdeildini hjá Posta, tryggja vit bestu loysnina, tá tað snýr seg um frakt til og úr Føroyum.

Børsen Gazelle viðurkenning
Stóri vøksturin førdi til stórfingna viðurkenning, tá vinnublaðið Børsen lat Posta Logistics eina Gazellu í farnu viku. Hendan viðurkenning verður givin fyritøkum, sum seinastu fýra árini hava havt stóran vøkstur í umsetninginum ella bruttoúrslitinum

og sum samanlagt í hesum tíðarskeiði, hava tvífaldað hetta við góðum úrsliti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo