Omma var 60, tá hon fór at ganga 5 kilometrar um dagin. Hon er 96 nú, og vit vita ikki, hvar tramin hon er
- Ellen DeGeneres

VP spyr

NAVN / NR.FO

Innlendis ítróttur

Røða hjá borgarstjóranum Tórbjørn Jacobsen hildin niðri á støðni í Funningi í gjárkvøldið:

Hon er miðja landsins, - Eysturoyggin. Landafrøðiliga toyggir hon seg norðanfyri upp ímóti himmalhválvinum, sum hin hægsta í Føroyum, og aðrar staðir liggur hon mjá og mjúklig, serliga í láglendinum fyri sunnan. Síðani landnámið hevur hon eisini havt serstøðu søguliga og búskaparliga, sum hin óræddi stavnamaðurin, ið leit út so víðan, setandi sær nýggj mál, áhaldandi, inn í eina ókenda framtíð. Hetta røkkur alt - heilt aftur til ísraelsbørn, sum ikki vendu innaftur á hina sløttu gøtuna, hóast gilt var til matna í kjøtpottunum í Egyptalandi. Við áliti og trúgv á hin Almáttuga og seg sjálvi valdu tey tann tyngra lutin, at fara til gongu út í hitt ókenda, har Móses gerst knarvi Guðs á eini ferð, sum legði lunnar undir so mangt í vesturlendskari civilisatión, m.a. tað, at hendan serstaka vakra kirkjan stendur sum átrúnaðarligur savningarstaður í Funningi í dag.

Úr fornfrøðiligum rannsøknum gerst búseting í Føroyum bara eldri og eldri. Hvørjum hesi fólkini eru flýdd undan, og hví tey valdu einsemi á hesum naknu klettum er ilt at vita. Eyðvitað komu tey sunnaneftir, onki fólk búði norðanfyri, uttan eskimoisku veiðimenninir í kuldanum við norðara Pólin. Tú heldur ikki leiðina norðureftir, ætlar tú at liva av landbúnaði á okkara leiðum. Tí eru hesi fólkini rýmd undan trega, svongd ella harðræði - alternativt hava hetta verið sjáldsamir serskøltar, ið hava valt einsemið, tí at kemi´in ikki hóskaði til sosiala samveru.

Hitt klassiska landnámið er í so máta betri nágreinað søguliga. Vit vita at harðræði Haralds Hárfagra í Noregi fekk nógv fólk at flýggja av landinum. Grímur Kamban er ein av teimum, og í Føroyinga Søgu fáa vit at vita, at hann er fyrsti maðurin, ið setti búgv í Føroyum. Í litterera løðarsteininum í søguni, fáa vit eisini at vita, at Eyð hin Djúphugaða fór til Íslands og bar við í Føroyum; her gifti hon burtur Óluvu, dóttir Torsteins Reyða, og síðani kenna tey flestu søguna um mætu ættina hjá Gøtuskeggjum, hvørs avrik er skrivað, yrkt og kvøðið um.

Soleiðis gerst Eysturoyggin onkursvegna basan hjá hesum flóttum, ið rættiliga fótaðu sær í oyggjunum. Funningsfólk ivast ikki í, at Grímur setti fótin á land á fyrsta sinni júst her, sum vit nú standa. Ongin hevur higartil hættað sær at ganga ímóti hesum uppáhaldi, tí verður hetta sannleikin, hagartil tað øvuta verður prógvað. Og tað hendir ongantíð. Navnið á bygdini bendir eisini tann vegin. Tað kemur av “fundi” – at finna – her funnu landnámsmenn land. Kamban-navnið er av keltiskum uppruna, tí kann tað væl vera, at Grímur Kamban gjørdi ein avstingara til onkra av oyggjunum sunnanfyri – Hetland, Orknoyar ella Hebridurnar – áðrenn hann lendi og bleiv verandi í Føroyum. Í Funningi.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann