Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Líka síðani bóltsparkarin og superheimføðingurin Poul Michelsen gjørdist uttanoyggja-ministari, hevur hann næstan ikki sitið á gumpi.

Hann hevur ferðast bæðí í eystri og vestri, m.a. í Kina og Ruslandi, men ongantíð er komið nakað konkret burtur úr.

Av einum uttanoyggja-minisitara plagar man at vænta eitt vist dannilsi og eitt sindur av horisonti, men Poul hevur hvørki vitan ella nakran kulturellan sjónarring..

Men hann VIL ferðast!...

Dagsskráin á hansara mongu ferðum hevur bara verið óforpliktandi social fraternisering á vælbonaðum gólvum, har Poul eftir førimuni hevur roynt at klíggjað líkagyldugur almindiligheitir úr sær, og vertir hansara hava sjálvandi svarað fólkaliga og diplomatiskt, meðan treir hava undrast á henda fulkomuliga ørindaleysa turistin.

Túrar hansara eru rein turisma, eskapisma og terapi, tí í mun til ferðakostnaðin eru túrarnir fulkomulig burturspilling av bæði tíð og pengum.

Tað kann ikki vera ein føroysk landsuppgáva, at Poul í Uttastovu sleppur at ferðast og fær sæð seg um, so leingi sum skattgjaldarin rindar!

Japan ella Spanien
Fyri heilt stuttari tíð síðani hitti Poul tann japanska ambassadørin í Kjøpinhavn, og har hevur hann avtalað, at teir longu nú skullu síggjast aftur í Tokyo. Vorðið sum vetrarferð hjá Pouli.

Er tað veruliga so nógvur problematikkur og akutt mál millum Japan og Føroyar, at Poul bara nakrar vikur eftir heystfundin noyðist líka til Japan at møsna!

- Í tí vælútgjørdu Uttastovu er bæði fax, mobil og internet. Kunnu menn ikki fraternisera á sosialum media um triviell mál?

Sjálvt skræðugákurin Trumpur í Tí Hvíta Húsinum brúkar nógv meira "twitter", enn persónligar fundir.

Tað hevði sømt seg fyri Aksel løgmann at hildið eitt sindur í velið hjá Pouli, so hann ikki flagsar í allar ættir til púra onga nyttu, fyri nakran annan enn okkara ævintýrlystna lands-turist!

Men skal Poul endiliga ferðast, so er ein sera akutt, aktuell og nærliggjandi uppgáva, og tað er, at hann fer til Madrid í Spanien at vitja Mariano Rajoy og gjølla forklára tí spanska statsministaranum, sum er universitetslærdur, hví annar av okkara fólkatingsmonnum er farin at kuta territorialt burtur av tí spanska kongaríkinum.

Hann má eisini fórtelja Rajoy, um føroyingar reelt ætla at sabotera allan søgulihgan handilsskap við Spanien, síðani Føroyar sum tað einasta landið í Europa sympatiserar við politiskum herverki og yvirgangi móti Spanien.

Men tað er Uttastovu-Poul nokk ikki førur fyri. Hann er for feikur!

Spanien hevur annars nógvar relevantar spuningar at stilla føroyingum og serliga embætisfólki í Uttastovu.

Tað kann gerast sera kontroversielt, og tí er tað sera kærkomið hjá Pouli at flýggja frá reellum problemum, skulka sær undan allari politiskari ábyrgd og heldur fara sneisaørindi til Japan, sum føroyingar enn ikki hava fornermað!

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo