Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Síðani tað fór inflatión í okkara diplomatisku aktivitetir, hava fleiri føroyskir politikarar roynt at billa sær sjálvum og onkrum veljarum inn, at tað er lívsneyðugt hjá okkum at stýra heilt uttan um allar møguleikar í Ríkisfelagsskapinum og átaka okkum uppgávur, sum nógvar ferðir  klókari, betri og lættari kundu verið avgreiddar við tøkari og rímuligari danskari hjálp.

Tann ekspertisa, vitan og miljø-kunnleiki, sum danska diplomatiið hevur og kann dugna føroyingum við er á einum slíkum niveau, at vit ALDRIN kunnu útvega okkum tilsvarandi royndir ella innlit.

Men kortini trumfa UTTAN-ministarin og aðrir politiskir fantastar ígjøgnum, at vit skullu senda eina stóra manning líka til Kina fyri at fortelja kinesarum, hvat Poul heldur um fiskaútfluttning.

Eitt skilagott mail og ein samrøða via tað kinesisku ambassaduna í Kjøpinhavn ella tað donsku ambassaduna í Peking høvdu greitt hetta rættiliga einfalda mál um útfluttning nógv skjótari, bíligari og akkurát líka væl.

Men Poul vil út at ferðast og embætismenn hansara við, og so er mei mánaði jú avgjørt ideellur sum turistmánaði.

Tað frættist, at teir skullu avstað, beint eftir krossmessu, tá ið seyðurin skjótt fer av bønum.

Tað er allarbesta turisttíð, og ikki for heitt fyri européarar, tá ið man skal vappa á tí  drúgva kinesiska Múrinum, sum vit rokna við, at teir ikki loypa um, nú teir eru í diplomatiskum mentar-ørindum.

Hesin múrurin hevur næstan líka so stóran týdning fyri kinesarar, sum tann ólidni kirkjubíggjar-múrurin hevur fyri Poul.

At Poul nakrantíð kann fáa sans fyri proportiónum, er fáfongt at stunda eftir, men tað máttu verið onkrir embætismenn, sum vóru so frægir, at teir steðgaðu hesum fjákuta galskapinum!

Vil Poul, nú hann fer at eldast, absolutt eisini síggja tann kinesiska Múrin, má hann betala túrin sjálvur.

Turistferðin til Kina er meiningsleys, óneyðug og láturlig!

Tað verður ikki seldur ein stertur meira av fiski við at senda UTTAN-POUL til Peking.

Harafturímóti átti  ein  effektivur Bakkafrostarmaður at fingið stuðul til eina KINA-ferð frá tí  komisku UTTAN-stovuni!

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo