Ongin kennir mein í annans bein
- føroyskt orðatak
Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni, í løgtingsmáli nr. 17/2017, viðvíkjandi fyrireikingar í samband við yvirtøku av flóttafólkamálum, ið er partur av yvirtøkuni av útlendingamálum.

Spurningurin var soljóðandi:
1. Hvørji flóttafólk ætlar landsstýrismaðurin at flyta til Føroya, og hvaðani eru tey?

2. Hvussu verður samansetingin, t.v.s. verður talan um kvotuflóttafólk, einsamøll børn, familjur, aðrar einstaklingar ella onnur?

3. Fer landsstýrið at loyva familjusamanføring – og hvussu fer tað at ávirka samlaða talið av flóttafólkum í Føroyum?

4. Hvør skal visitera flóttafólk, tá ið tey koma til Føroya?

5. Hevur landsstýrið fyriskipað t.d. heilsutænastur til flóttafólk, ið eru sálarliga ella likamliga sjúk, tá ið tey koma til Føroya?

6. Hevur landsstýrið gjørt avtalu við sálarfrøðingar og onnur heilsustarvsfólk, ið kunnu hjálpa flóttafólkum, ið t.d. hava verið fyri harðskapi, píning, ógvusligum krígsupplivingum o.l., ið eru sera krevjandi uppgávur at loysa?

7. Hvar og hvussu skulu flóttafólk hýsast í Føroyum?

8. Hvussu fyriskipar landsstýrið skúlagongd, barnaansing o.l. til flóttafólk?

9. Hvat fer t.d. barnaansingin at kosta, og hvør skal gjalda fyri hana?

10. Flóttafólk kunnu gerast langtíðararbeiðsleys, tí tey t.d. hava verið fyri ógvusligum upplivingum, ikki duga málið ella eru beinleiðis óarbeiðsfør. Hvør skal forsyrgja hesum flóttafólkum? Hvat fer hetta at kosta?

11. Hvørjar kommunur skulu taka ímóti flóttafólkum, og hvørji krøv verða sett kommununum?

12. Skulu kommunur tryggja, at asyl-miðstøðir verða skipaðar í Føroyum?

13. Hvørja ávirkan fær tað á føroyska samfelagið, at flóttafólk skulu hýsast í Føroyum?

14. Verða flóttafólk send aftur til heimlandið, tá ið tað aftur er vorðið trygt at búgva í heimlandinum?

15. Hvat fer tað at kosta at taka flóttafólk til Føroya, og hvør skal gjalda?

16. Hvussu nógv skal landið gjalda, og hvussu nógv skulu kommunurnar gjalda?

17. Hvussu nógv fer samlaða yvirtøkan av útlendinga- og flóttafólkamálum at kosta føroyska skattgjaldaranum?

Svar:
Av tí at flestu spurningarnir hanga saman, fari eg at svara spurningunum 1-14 undir einum og 15-16 undir einum.

Svar uppá spurningarnar 1-14:
Sum spyrjarin vísir á, so eru flóttafólkamál partur av samlaðu yvirtøkuni av útlendingamálum og marknaðeftirlitinum. Føroyar virka longu í dag undir eini danskari útlendingalóg, sum áleggur okkum at veita flóttafólki friðskjól, lúka tey treytirnar í lógini um flóttafólk. Í so máta broytir yvirtøkan onki í mun til verandi støðu. Tað sum broytist við eini yvirtøku er, at Føroyar yvirtaka fullan ræðisrætt á málsøkinum við teimum heimildum og skyldum sum fylgja við.

Tað er sostatt eitt politiskt val um vit í Føroyum ynskja at taka ímóti flóttafólki; eitt val, sum ikki er treytað av eini yvirtøku. Niðanfyri verður greitt nærri frá støðuni, eftirsum hetta útgangsstøði treytar, hvussu spurningarnir kunnu svarast.

Spontan flóttafólk
Tá tosað verður um flóttafólk, er neyðugt at skilja ímillum kvotaflóttafólk og onnur flóttafólk (vanliga nevnd spontan flóttafólk), sum spyrjarin eisini er inni á. Seinni bólkurin fevnir um tey flóttafólk, sum ferðast undan t.d. kríggi og søkja um friðskjól í øðrum landi. Sambært flóttafólkasáttmálanum hjá ST, hava móttakaralondini skyldu til at hýsa hesum flóttafólkum, meðan viðgerðin um friðskjól fer fram. Av tí at Føroya Landsstýri longu í 1952 setti flóttafólkasáttmálan í gildi, hevur ein yvirtøka ongar avleiðingar í mun til altjóða skyldur Føroya. Hesar skyldur verða endurtiknar í § 7 í útlendingalógini frá 2001, har flóttafólkasáttmálin eisini verður nevndur, og sambært útlendingalógini, kann friðskjól eisini latast av orsøkum, sum ikki eru umfataðar av flóttafólkasáttmálanum hjá ST. Sambært verandi løgfrøðiliga grundarlagnum, hevur ein og hvør rætt til at søkja um friðskjól í Føroyum, hóast talan er um danskt málsøki og hóast málsviðgerðin fer fram í Danmark. Sum støðan er í løtuni, hava vit sostatt skyldu at hýsa flóttafólki, sum søkja um friðskjól í Føroyum, men vit hava í dag onga ávirkan á, hvørji flóttafólk koma til Føroya og vit hava heldur onki innlit í ella ávirkan á, hvussu málsviðgerðin skal skipast. Tað haldi eg ikki er haldgott og tað er ein av orsøkunum til at vit sjálvi eiga at umsita málsøkið.

Tó skal tað sigast, at higartil hevur eingin nakrantíð fingið uppihaldsloyvi í Føroyum eftir galdandi reglum um friðskjól.1 Í 2016 komu tó tvær umsóknir um friðskjól í Føroyum, sum í skrivandi stund verða viðgjørdar av Udlændingestyrelsen í Danmark. Hvørt ár tekur løgreglan í Føroyum ímóti fólkum uttan uppihalds- ella innferðarloyvi, og summi av hesum eru flóttafólk, sum hava søkt um friðskjól í Danmark, ella sum eru á veg til Íslands at søkja um friðskjól. Hesi verða send aftur til Danmarkar, og so tekur danska skipanin yvir. Afturat áðurnevndu umsóknum í 2016 hevur Udlændingestyrelsen í Danmark ongar upplýsingar um onnur, sum hava søkt um friðskjól í Føroyum.

Kvotaflóttafólk og tilbúgving
Kvotaflóttafólk eru flóttafólk, sum eru skrásett og formliga viðurkend sum flóttafólk av flóttafólkanevndini hjá ST (UNHCR). Hesi hava bráðfeingis tørv á nýggjum heimstaði, og tá eitt land sjálvboðið er til reiðar at taka ímóti, samskipar ST hesa tilgongd. Kvotaflóttafólk eru vanliga í flóttafólkalegum, inntil eitt land er til reiðar at taka ímóti einum avmarkaðum tali, og tað eru londini sjálvi sum áseta sína egnu kvotu hvørt ár. Av teimum 65 mió. flóttafólkunum í heiminum í dag eru 14,4 milliónir skrásettir kvotaflóttafólk. Í 2016 tók Ísland ímóti 103 kvotaflóttafólki, og Danmark hevur síðani 1989 tikið ímóti 500 kvotaflóttafólki um árið (tó ikki í 2016 við teirri grundgeving, at so nógvir spontan flóttafólk komu í 2015). Í 2015 tók Noreg ímóti 3.800 kvotaflóttafólki, og Svøríki tók ímóti 1.595 kvotaflóttafólki.

Høvuðseyðkennið við eini kvotaskipan er, at eitt vertsland sjálvt velur, hvørji og hvussu nógv koma. Við hesi vitan er lættari hjá einum vertslandi at fyrireika seg og skapa fortreytir fyri væleydnaðari integratión. Kvotaflóttafólk verða flokkað í bólkar í mun til aldur, kyn, geografi, religión, hjúnastøðu o.s.fr., og í samstarvi við UNHCR kunnu vertslondini hvør sær gera av, hvørji flóttafólk egna seg best at endurhýsa.

Hetta er politiska útgangsstøði, tá ið vit tosa um møguleikan at taka ímóti flóttafólki. Eg havi áður gjørt greitt, at eg sjálvur eri av teirri sannføring, at Føroyar eiga at hjálpa neyðstøddum kring heimin við at geva teimum skjól og bústað her heima. Í veruleikanum haldi eg, at tað er ein moralsk skylda hjá okkum, sum friðarligt og ríkt land, at hjálpa eftir førimuni. Men sum sagt, so er hetta ein politiskur spurningur, sum eg ikki eri einsamallur um at svara. Tí ber heldur ikki til at svara spurninginum um, “hvørji flóttafólk landsstýrismaðurin ætlar sær at flyta til Føroya”. Tað verður løgtingið sum kemur at taka avgerð um Føroyar 1) skulu taka ímóti kvotaflóttafólki 2) hvussu nógvum flóttafólki vit eru før fyri at endurhýsa og 3) hvørji flóttafólk talan kann vera um.

Áðrenn vit eru til reiðar at taka eitt sakligt kjak og eina avgerð um hesar spurningar, er somuleiðis neyðugt at taka støðu til, hvussu tilbúgvingin kring flóttafólkini, sum spyrjarin spyr um, skal skipast. Tilbúgvingin er tengd at, hvat slag av flóttafólki koma, og hvønn tørv hesi hava. Um talan er um traumatiserað krígsoffur ella offur fyri píning, krevst sjálvsagt ein meiri umfatandi tilbúgving samanborið við fólk, sum ikki hava verið fyri slíkum upplivingum. Men øll kvotaflóttafólk hava rætt til nakrar grundleggjandi tænastur, sum skulu vera til taks. Hesar tænastur umfata m.a. málsliga undirvísing, heilsutænastur, atgongd til grundleggjandi vælferðartænastur, bústað og atgongd til arbeiðsmarknaðin. Tað er onki at ivast í, at Føroyar eru førar fyri at veita hesar tænastur, um neyðugi peningurin verður játtaður. Men hetta er eisini ein spurningur, sum løgtingið skal taka støðu til, tá málið er búgvið til tess.

Ísland hevur t.d. valt at taka ímóti kvinnum, sum eru hóttar ella forfylgdar, og seksuellum minnilutum, sum verða forfylgdir orsakað av seksuellari orientering. Íslendska Altingi samtykkir uppskotið, og í flestu førum senda myndugleikar fólk á staðið, vanliga í eina flóttafólkalegu, og har verða samrøður gjørdar við hvørt einstakt flóttafólk. Í Danmark meta umboð fyri danskar myndugleikar um sannlíkindini fyri, at flóttafólkini kunnu festa røtur í Danmark og fáa gleði av uppihaldinum.

Danska útlendingalógin hevur eina grein um kvotaflóttafólk (§ 8), sum ikki varð sett í gildi í føroysku útlendingalógini frá 2001, og samanborið við okkara grannalond hava Føroyar heldur onga integratiónslóg. Men sambært UNHCR er hetta eingin forðing fyri, at Føroyar kundu tikið ímóti kvotaflóttafólki, um politiski myndugleikin ynskir hetta. UNHCR gevur grønt ljós, um eitt land kann leggja fram eina haldgóða tilbúgving við omanfyri nevndu tænastum (undirvísing, bústaður, heilsutænastur, almennar veitingar og atgongd til arbeiðsmarknaðin). Í løtuni taka 24 lond í heiminum ímóti kvotaflóttafólki,2 og sambært UNHCR finst eingin standard tilbúgving, tí londini eru so ymisk. Í 2015 fingu 134.044 fólk friðskjól umvegis kvotaskipanina hjá ST, nógv tey flestu úr Sýria. Sambært ST er tørvurin á endurhýsing sostatt nógv størri, enn heimsins lond eru til reiðar at nøkta.

Fyrimunurin við eini kvotaflóttaskipan er, at vertslandið veit, hvør kemur, og hvussu nógv koma. Tá eitt spontant flóttafólk søkir um friðskjól í einum evropeiskum landi, fer ein umfatandi málsviðgerð í gongd fyri at kanna, hvørt viðkomandi lýkur treytirnar. Men við kvotaflóttaskipanini sleppur eitt vertsland undan drúgvu málsviðgerðini, tí ST longu hevur givið hesum fólkum status sum flóttafólk. Altjóða kjakið um flóttafólk ber eisini brá av, at fleiri og fleiri evropeiskir politikarar vilja avmarka talið av spontanum flóttafólki og heldur nýta kvotaflóttaskipanina hjá ST. Ein moralsk og humaniter grundgeving fyri hesi skipan er, at man í dag hjálpir teimum, sum hava pengar og heilsu at ferðast til Evropa og søkja um friðskjól (í stóran mun ungir menn), og at man ikki hjálpir teimum, sum sita eftir í flóttafólkalegum og bíða (í stóran mun kvinnur og børn).

Flóttafólk og yvirtøka
Frágreiðingin omanfyri vísir, at tað eru nógvir spurningar og avbjóðingar, sum knýta seg at eini møguligari avgerð um at taka ímóti flóttafólki. Hetta eru spurningar, sum vit í Føroyum eiga at viðgera uttan mun til eina yvirtøku. Í skrivandi løtu ber tað ikki til at svara ítøkiligu spurningunum um, hvussu samansetingin av flóttafólki verður, hvør skal visitera, hvussu heilsutænastur skulu fyriskipast, hvar flóttafólk skulu hýsast o.s.fr. Orsøkin er, at ein stórur partur av spurningunum eru treytaðir av teimum avtalum, sum vit kunnu fáa við onnur lond innan tey øki, hvar servitan uttanífrá er neyðug. Harumframt verður neyðugt at gera avtalur við bæði kommunur og hjálparfelagsskapir í mun til endurhýsing, integratión v.m.

Fyrireikingararbeiðið og samráðingartilgongdin við danskar myndugleikar um yvirtøkuna av málsøkinum, sum hevur verið í gongd eina tíð, fevna sjálvsagt eisini um, hvussu flóttafólkamál skulu handfarast eftir eina yvirtøku. Vit eru væl áleiðis og hava í dag eina fatan av, hvussu ein føroysk tilbúgving kann verða skipað. Vit miða ímóti, at tað verður ein skiftistíð eftir at Føroyar formliga hava tikið avgerð um at yvirtaka málsøkið, til vit endaliga hava flutt allar uppgávur til Føroya. Í skiftistíðini hava vit møguleika fyri at fyrireika okkum og at leggja málsøkið og umsitingina meiri ítøkiliga til rættis, herundir eisini eina flóttafólkatilbúgving. Tó er tilgongdin ikki komin so mikið áleiðis enn, at vit vita, hvat endaliga úrslitið verður. Tá málið er búgvið til tess, verður tað sjálvsagt lagt fyri løgtingið at taka støðu til.

Eg havi fyrst og fremst valt at raðfesta yvirtøkumálið, tí eftir míni sannføring, er tað ein fortreyt fyri eini skilagóðari tilbúgving og eini skipaðari flóttafólkamóttøku, at vit í Føroyum hava fullan ræðisrætt á økinum. Vit mugu hava betri innlit í og ávirkan á, hvussu viðurskiftini skulu skipast, áðrenn vit taka eina slíka avgerð. Hetta innlit og hesa ávirkan fáa vit bara, um vit sjálvi hava ræðisrættin. Tá vit hava yvirtikið málsøkið og tá vit kenna fortreytirnar fyri at taka ímóti flóttafólkum betri, haldi eg, at vit eiga at hava eina politiska viðgerð í løgtinginum, um hvørt Føroyar skulu taka ímóti kvotaflóttafólki ella ikki. Vit skylda okkum sjálvum og ikki minst flóttafólkunum sum kunnu koma til Føroya, at móttøkan fer fram undir skipaðum viðurskiftum. Tað havi eg undir øllum umstøðum í hyggju at tryggja, áðrenn ein avgerð um at taka ímóti flóttafólki verður tikin. Sum nevnt, so er tað í síðsta enda eitt politiskt val um vit í Føroyum skulu taka ímóti kvotaflóttafólki, um vit skulu savna okkum um at hjálpa á staðnum við fíggjarligum stuðli ella um tað eigur at vera ein samanseting av báðum loysnum.

Sum tekin um vilja landsstýrisins at taka ábyrgd úti í heimi og vísa neyðstøddum samhaldsfesti, hevur landsstýrið kortini framt munandi raðfestingar innan menningar- og neyðhjálp úti í heimi. Játtanin til hetta endamál er trífaldað eftir tveimum árum. Úr 3,5 mió. kr. í 2016 upp í 9,0 mió. kr. í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018. Hetta er sjálvsagt eitt ískoyti til at hjálpa flóttafólki og øðrum neyðstøddum, sum vit eiga at halda áfram at uppraðfesta. Tó haldi eg eisini, at vit afturat neyð- og menningarhjálpini úti í heimi, eiga at hýsa flóttafólki í Føroyum. Talan er um fólk við bráðfeingis tørvi á tryggleika og einum bústaði. Tað hava vit bæði ráð og pláss til í Føroyum. Harafturat eiga vit at síggja hesar tilflytarar sum ein ágóða og eitt tilfeingi, sum kann ríka og fjálga um land okkara í framtíðini.

Svar uppá spurningarnar 15-16
Tað er trupult at meta um, hvat ein asylumsøkjari kostar einum landi í krónum og oyrum, tí viðgerðartíðin er ymisk í vavi, og spurningurin er í stóran mun tengdur at, hvussu skjótt eitt flóttafólk kemur út á arbeiðsmarknaðin. Í høvuðsheitum kann spurningurin býtast sundur í asylfasuna og integratiónsfasuna. Asylfasan snýr seg um, hvat eitt flóttafólk kostar statinum, áðrenn viðkomandi hevur fingið svar, og integratiónsfasan snýr seg um, hvat ein flótti kostar tí almenna (landi og kommunum) í mun til integratiónstiltøk, tá ein flótti hevur fingið játtandi svar og fær bústað í eini kommunu.

Útrokningar hjá donskum myndugleikum vísa, at uppihaldið hjá einum umsøkjara eitt ár á einum asylsentri (“enhedspris pr. helårsperson”) kostar statinum í meðal 215.045 krónur. Hetta eru sonevndar basis-útreiðslur fyri bústað, mat, klæðir, kontanthjálp, undirvísing og aktivering, sum ikki umfatar umsitingarliga kostnaðin at viðgera eina umsókn.

Tá ið eitt flóttafólk hevur fingið friðskjól, fær hann/hon bústað í eini kommunu, sum síðani yvirtekur uppgávuna at integrera nýggju borgararnar. Sambært eini rapport frá Social- og Indenrigsministeriet frá februar 2016 fær eitt flóttafólk (uttan børn og yvir 30 ár) eina sonevnda “integrationsydelse” á 71.340 kr. um árið (5.945 kr. um mánaðin). Umframt hetta verða flóttafólk partur av einum trý ára integratiónsprogrammi, sum árliga kostar í meðal 60.000 kr., og sum tey eru partur av, inntil tey finna eitt arbeiði. Tað vil siga, at eitt flóttafólk uttan arbeiði (yvir 30 ár og uttan børn) kostar donskum myndugleikum 131.340 kr. um árið (71.340 + 60.000). Hóast kommunurnar eiga ábyrgdina, verður meginparturin av hesi upphædd fíggjað av statinum í eini endurgjaldsskipan.

Hesar útreiðslur eru bara galdandi fyri arbeiðsleys flóttafólk. Útreiðslurnar av flóttafólki, sum hava fingið friðskjól, er fyrst og fremst tengd at, hvussu skjótt hesi koma í arbeiði. Hetta er tann stóra integratiónsavbjóðingin.

Um hugt verður at útreiðslum per flóttafólk í asylfasuni (áðrenn umsøkjarin hevur fingið svar) í Íslandi, brúka íslendskir myndugleikar eina standard upphædd á 465 krónur um dagin per flótta til grundleggjandi uppihald (8000 íslendskar kr.), og árligi kostnaðurin fyri hvønn asylumsøkjara er sostatt 169.725 krónur. Um hugt verður at integratiónsfasuni í mun til kvotaflóttafólk busjetterar íslendski staturin við eini upphædd á 230-300.000 krónur per kvotaflóttafólk um árið. Tað er trupult at fáa tað heilt neyva talið, tí útreiðslurnar eru tengdar at, hvussu nýkomnu flóttafólkini eru fyri, og útreiðslurnar eru heldur ikki savnaðar á einum og sama staði, menumfata fleiri ymiskar stovnar.

Asylfasan: Útreiðslur til uppihaldið hjá einum asylumsøkjara í eitt ár:
Danmark: 215.045 kr.
Ísland: 169.725 kr.

Integratiónsfasan: Útreiðslur til integratiónstilboð til flóttafólk, eftir at tey hava fingið friðskjól:

Ísland: 230-300.000 kr.
Danmark: 131.340 kr.

Væntast kann, at kostnaðurin í Føroyum fyri at taka ímóti flóttafólki kemur at liggja á sama støði sum í Danmark og Íslandi. Hvussu kostnaðurin verður býttur millum land og kommunur, veldst um, hvussu tilboðini verða skipað og hvørjar avtalur til ber at fáa í lag millum partarnar.

Viðvíkjandi kostnaðinum fyri asylfasuna, so er hetta sum nevnt bara galdandi fyri sonevndu spontanu flóttafólkini. Higartil eru tað sum nevnt bara tvey flóttafólk sum hava biðið um friðskjól í Føroyum eftir galdandi reglum frá 2001. Um verandi gongdin heldur áfram og tað framyvir verða eins fá flóttafólk sum koma til Føroya, verður hetta sjálvsagt endurspeglað í kostnaðinum.

Svar uppá spurning 17:
Sum nevnt omanfyri, er tað torført neyvt at meta um, hvussu nógv samlaða yvirtøkan kemur at kosta, eftirsum kostnaðurin verður treytaður av nógvum ymiskum viðurskiftum: tal av málum um árið, avtalur um útlendska serfrøði, flóttafólk v.m.

Við støði í vavinum á málsøkinum í løtuni, metir Útlendingastovan, at tørvurin á starvsfólki á Útlendingastovuni verður 6 fólk, tá ið útlendingaøkið er yvirtikið. Hetta er ein øking við tilsamans tveimum starvsfólkum í mun til núverandi starvsfólkahóp. Við lønarútreiðslum, rakstri, KT-skipan til málsviðgerð, umframt aðrar útreiðslur í samband við yvirtøkuna er metingin, at samlaði rakstrarkostnaðurin verður uml. 6,6 milliónir krónur um árið. Játtanin til Útlendingastovuna var í 2017 4,28 mió. kr. Tað merkir, at yvirtøkan hevur við sær eina meirjáttan til Útlendingastovuna á uml. 2,32 mió. kr. um árið.

Metingarnar av starvsfólkatørvinum byggja á hagtøl yvir útlendingamál fyri Føroyar um árið. Í miðal hava tað verið tiknar 600 avgerðir um uppihaldsloyvi, arbeiðsloyvi v.m. til Føroyar um árið. Sum ein part av metingargrundarlagnum fyri starvsfólkatørvinum er sokallaða TPS-talið nýtt (tað er “tid pr. sag”), sum danska Udlændingestyrelsen brúkar. TPS-talið í Danmark er 2,4. T.e. at ein málsviðgeri vanliga brúkar um. 2,4 tímar uppá hvørt málið. Hetta svarar áleið til at eitt starvsfólk arbeiðir í 180 arbeiðsdagar á 8 tímar. Her er talan um málsviðgerðina á donsku útlendingastovnunum, sum kann væntast at vera lægri enn í Føroyum, bæði orsaka av spesialisering og royndum.

Afturat hesum kemur tíðin sum verður brúkt til at skanna inn og skráseta málini, taka ímóti og avgreiða post og aðrar fyrispurningar, umframt viðlíkahald og samskifti úteftir til brúkarar og samstarvspartar (íroknað stjórnarráð og kærustovnin). Tíð til onnur mál, so sum visum og útvísing, eru ikki við í hesum tølum, tí skal hetta leggjast afturat arbeiðsbyrðuni.

Alt í alt metir Útlendingastovan sum nevnt, at ein játtan á 6,6 mió. kr. røkkur til at umsita málsøkið á Útlendingastovuni, tá ið tað er yvirtikið. Afturat hesum kostnaðinum koma útreiðslurnar til kæruviðgerðina, sum eftir ætlan skal liggja hjá kærustovninum. Enn eru ongar ítøkiligar útreiðslumetingar gjørdar fyri hendan partin av yvirtøkuni.

Poul Michelsen
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo