Skemta ikki við ein og hvønn - smáar sálir taka alt í álvara
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Minningarorð

Systirdóttirin hjá konuni er gift við Boga, ið er sonur Poul Nolsøe.

Tískil komu vit at kennast.

Eg má siga, at eg frá fyrsta degi fekk stóra virðing fyri honum, tí hann hevði serlig faklig evnir, men størst av øllum hevði hann eina stilla merdferð, sum ein ikki kundi gera annað enn taka til sín.

Seinastu tíðina stríddist Poul við herviliga sjúku, sum nú tók hann frá okkum.

Eg boyggi høvur í tøkk og virðing og vilja eg og Elsbet senda okkara heilsan til Jórun, børnini og familjuna, ið hava mist ein sera fittan og dámligan mann, pápa og abba.

Mangan kann lívið tykjast hart og eirindaleyst, men vit kunnu liva við vónini um, at vit ein dag møtast aftur.

Hvíl í friði Poul Nolsøe.

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo