Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Bøkur

Fyrrverandi danski forsætisráðharrin, Poul Schlüter, sum í næstum verður 90 ára gamal, gevur í næstum út bókina "Schlüters politiske testamente".

Her hjá okkum er Schlüter mest kendur sum forsætisráðharrin, sum skar ígøgnum eftir togtogan í áravís, og gjørdi føroysku undirgrundina til føroyskt sermál sum føroyingar sjálvir kundu gera við, sum teir vildu, og harvið kundi farast undir leiting eftir olju við Føroyar.

Men Poul Schlüter var eisini tann forsætisráðharrin, sum sat longst í sessinum eftir kríggið, og hann verður skýrdur dugnaligasti, konservativi floksleiðarin nakrantíð og eitt satt borgarligt ikon.

Við Altinget.dk sigur Poul Schlüter, at hann í bókini vil fara aftur til tíð sína sum forsætisráðharri eina seinastu ferð og eisini tosa um, hvat tað vil siga at vera konservativur.

- Allir flokkar hava síni upphavsstøð. Eina bók og ein rithøvund. Vinstri hevur Adam Smith og Sosialdemokratarnir hava Karl Marx (...) Vit konservativu hava ikki nakra bók at leita í. Og tað haldi eg, er bara ein fyrimunur, tí tá eru vit ikki so bundin av politiskari patenthugsan. Vit hava okkara grundhugsan og tað dámar mær betri enn ideologi, sigur hann millum annað í samrøðuni.

"Schlüters politiske testamente" kemur út 19. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo