Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

Sunderland hevur givið Adam Johnson fótin, eftir at hann játtaði seg sekan í kynsligum misbrúki av ómyndigari gentu.

Tað boðar felagið frá á síni heimasíðu í kvøld.

Í rættinum við Bradford Crown viðgekk hann at hava havt kynsligt samband við 15 ára gamla gentu og at hava ávirkað hana kensluliga við tí endamálið at hava sex við henni.

Fyrr í dag váttaði venjarin Sam Allardyce at Johnson ikki var við í hópinum til dystin leygardagin móti Manchester United.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo