Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Skúli

Mentamálaráðið: Farið verður nú undir eitt nýtt útbúgvingartilboð til teirra, sum hava tikið eina stutta framhaldsútbúgving í Føroyum ella uttanlands. 

Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum er virkandi landsstýrismaður í mentamálum, hevur givið Glasir loyvi at fara undir eina professionsbachelor útbúgving innan innovatión og íverksetan við tí endamáli at stuðla menningini av einum fjøltáttaðum vinnulívið og framhaldandi at stimbra íverksetaramentanina í Føroyum.

Hetta er liður í politikkinum hjá samgonguni at fjøltátta møguleikarnar at taka útbúgvingar í Føroyum. Talan er um ein yvirbygning til stuttar framhaldsútbúgvingar, so sum marknaðarførslubúskap, fíggjarbúskap, framleiðslutøkning, og byggitøkning, sum í løtuni kunnu takast á Glasir.

Aðrar stuttar framhaldsútbúgvingar geva tó eisini atgongd til hesa nýggju útbúgving. Hetta er sostatt enn ein møguleiki hjá ungum at støðast her á landi.Útbúgvingin er skipað í samstarvi við CPH Business (Copenhagen Business Academy).

Ætlanin er harumframt at samstarva við verandi íverksetaravirksemi í Føroyum.Útbúgvingin tekur 1½ ár íroknað starvsvenjing.

Fyrsti flokkur verður tikin inn á sumri 2019.

Ætlanin er at taka næmingar inn á hesa útbúgving annaðhvørt ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo