Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Skúli

Nú fríggjadagin 25. mai fingu 14 næmingar prógv á Tórshavnar Kvøldskúla í “Føroyskum sum fremmandamáli – framhaldsskeið várið 2018”.

Næmingarnir vóru úr fimm heimspørtum, Asia (5), Evropa (4), Afrika (2), Suðuramerika (1) og Norðuramerika (2).

Skeiðið bygdi á byrjunarskeið í føroyskum sum fremmandamáli. Undirvíst varð á føroyskum. Bergljót av Skarði var lærari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo