Lítið nyttar at leiða mann, ið ikki vil seta føturnar undir seg sjálvan
- føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Skúli

Í gjár var prógvhandan úti í Grøv; veðrið var av tí allar besta, og nógv vóru komin at hátíðarhalda nýfloygdu pisurnar á Tøknibreytini.

Klaksvíkar Hornorkestur spældu nøkur løg, og Helma Maria Tróndheim helt røðu. Eli Syderbø, næmingur, helt næmingarøðuna fyri pisurnar.

Síðani var boðið til kaffi og køkur á TSK, har Victoria Absalonsen, lærari í føroyskum, segði nøkur orð.

Olgar Fuglø fekk handað heiðursprógv, blómur og gávukort fyri besta prógvið á Tøknibreytini. Harumframt fekk Torkil Eyðunsson Lisberg heiðurin sum hjálpsamasti næmingur.

Á floksmyndini síggjast pisurnar og frá vinstru á aftaru rað síggja vit: Jógavn Terjason Poulsen, Gestur Ákason, Fríði Elisson, Ivan Josephsen, Mikkjal Petersen, Dávid Danielsen, Olgar Fuglø, Torkil Eyðunsson Lisberg, Sjúrður Poulsen.

Á fremru rað frá vinstru síggja vit: Jógvan Østerø, Tórur Williamsson, Mattias Kjær, Oddur Joensen, Bjarni Bogason Vinther, Edna Jakobsen, Eli Syderbø, Teodor Jacobsen, Jákup Flóvinsson, Pætur av Reyni Jakobsen."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo