Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Mynd: Ólavur Frederiksen

Í góðveðrinum sum hevur verið hesar báðar dagarnar á Ólavsøku, ganga fólk aftur og fram á promenaduni í Vágsbotni, og tað finst ikki vakrari øki í Tórshavn, sum hevur alt at bjóða øllum aldursbólkum.

Í Vágsbotni trívast og støðast ólavsøkugestirnir, í hesum romantiska farra av stórbýi.

- Havnin er ein meldur av fortíð og livandi nútíð. Vágsbotnur var nýggja verðin fyri avbygdarfólk og tey ævintýrhugaðu.

- Vágsbotnur er eitt dømi um ein býarpart, har tað uddi av lívi, ídnaði og handilsskapi fyri 200 árum síðan, og har tað aftur í dag er stuttligt at vera, skrivaði Helgi Jacobsen á Sprotanum í 2016.

Mynd: Ólavur Frederiksen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo