Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Vágatíðindi

Próvhandan í Dugnaskapsroynd í sigling var í Marghøllini í Sørvágs skúla í gjárkvøldið 28. mai 2019.

19 hava tikið prógv. Á myndini frá vinstru: Durita Wang Jacobsen, Tummas M. Løvendahl Rasmussen, Martin Gunnarsson Skúvadal, Ellef Ellefsen, Andor Joensen, Anton F. Joensen, Niels Erik Egholm Anderson, Jens Eyðstein í Løðu, Anfinn Joensen, Jan M. Hjaltalin, Egil Joensen, Heri í Garðinum, Rói Birgirsson Ehlers, Regin F. Davidsen, Ingi Ole-Jacobsen, Elias Falkvard.

Hesir vænta á myndini: Hans Kári Hansen, Sólbjørn Kjærbæk, Páll Poulsen og Uni Hansen

Prógvið í dugnaskapsroynd í sigling gevur rætt at føra skip upp til 24 metrar út á 200 fjórðingar, um treytirnar við siglingartíð, sjón- og læknaváttan eru í lagi.

Umframt kravdu lærugreinirnar: Siglingarlæru, skipstøkni, sjóreglur og veðurlæru. Í siglingarlæru verður stórur dentur lagdur á frálæru í GPS'ara og radara.

Lærari er Jan M. Hjaltalin frá Vinnuháskúlanum.

Eftirspurningurin eftir próvnum er stórur, og undirtøkan hevur verið góð. Hetta er triðja árið, Jan M. Hjaltalin koyrir vestur til Sørvágs fleiri ferðir um vikuna.

Skeið hevur eisini verið í VHF/DSC

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo