Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Lesarin skrivar

Koyrikort.fo: Frá at gjalda 150 kr. fyri  eitt prutlkoyrikort fer tað frameftir at kosta millum 16.000,00 og 18.000,00 at koyra prutl – lógliga!

Hvør átekning fer at liggja millum kr. 8.000,00 og  9.000,00!

- Skal ein 15 ára gamal unglingi, ein tannáringur, ogna sær koyrikort til tað lítla prutlið, fer tað sum sagt kosta einastaðni millum 8.000,00 til 9.000,00 kr.

- Skal viðkomandi framhaldandi koyra prutl sum 16 ára gamal, skal sami næmingurin aftur til undirvísing til størra prutlið, sum aftur fer at kosta millum 8.000,00 og 9.000,00 krónur. Til samans fer tað kosta millum 16.000,00 og 18.000,00. Harumframt skal tannáringurin í báðum førum útvega sær prógv fyri lokið skeið í fyrstuhjálp í ferðslu og gjald til Akstovuna. Langt er millum 150,00 krónur og 16.000,00 krónur!

- Orsøkin liggur í nýggju koyrikortkunngerðini. Sambært § 46 c, stk. 3 verður prutlfrálæran løgd til rættis við í minsta lagi 27 skúlatímum á 45 minuttir. 15 tímar í ástøðisfrálæru og 12 tímar í verkligari koyrifrálæru. Harafturat skal vera eitt prógv fyri lokið skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni. Hetta snýr seg um minna prutlið.

- Sambært § 25, stk. 1, nr. 1 í koyrikortkunngerðini fevnir koyrifrálæran (tað er ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra) til bólk AM (stórt prutl) um í minsta lagi 22 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evni) og í minsta lagi 12 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur). Harafturat skal vera eitt prógv fyri lokið skeið í fyrstuhjálp í ferðsluni og læknaváttan.

- Eg meti, fyri at fáa kostnaðin niður og samstundis varðveita eina trygga frálæru, at einfaldast er at strika ástøðisfrálæru og verkliga koyrifrálæru til lítið prutl, og ístaðin verður ástøðisfrálæra og verklig koyrifrálæra til bólk AM (stórt prutl) brúkt til báðar bólkarnar (lítið og stórt prutl) og at prutlkoyrikortið verður frítikið fyri MVG.

- Í minsta lagi 22 skúlatímar í frálæruhøli (ástøðilig evni) og í minsta lagi 12 skúlatímar í verkligari koyrifrálæru (venjingarakstur), og sama skipanin verður sum við motorsúkklu. Tað merkir, at ein kann vera 15 ár fyri at ogna sær koyrikort til lítið prutl, og tá ið umsøkjarin er 16 ár, fær viðkomandi áteknað stóra prutl (45 km/t) við at venda sær til Akstovuna, skrivar koyrilærarin Benny Ejdesgaard á síni heimasíðu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo