Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Katalonski forsetin í útlegd, Carles Puigdemont, sum júst hevur vitjað í Føroyum, er sera fegin um vitjanina.

Í einum twitter boðum, sum eru deild yvir 1300 ferðir og hava fingið yvir 4.000 likes takkar hann føroyingum fyri blíðskapin og mælir øllum til at fara til Føroya.

- Í Føroyum hitti eg eitt mentað fólk, sum tóku væl ímóti mær og sýndu stóran blíðskap. Eg mæli øllum til at vitja hesar avbera vøkru oyggjar, sigur Carles Puigdemont millum annað eftir vitjanina í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo