Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand
Politikkur

Russiski forsetin Vladimir Putin hevur í dag boðað frá, at hann ætlar sær at stilla uppaftur til forsetavalið, sum verður á skránni í landinum næsta ár.

Hetta vita altjóða miðlar at siga í dag.

BBC skrivar, at russiski forsetin almannakunngjørdi hesi tíðindini í einari røðu, sum hann helt fyri arbeiðarunum á einum bilverkstaði í býnum Nizhny Novgorod í Volga

Vinnur Putin valið, sum verður í mars, sleppur hann at sita fram til 2024.

Putin hevur verið annaðhvørt forseti ella forsætisráðharri í Russlandi síðan ár 1999 - fyrst sum forsætisráðharri frá 1999 til 2000, síðan sum forseti frá 2000-08, harnæst sum forsætisráðharri frá 2008-12 og so aftur sum forseti frá 2012 fram til dagin í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo