Eg stríddi meg ikki upp á toppin á føðiketuni fyri at verða vegetarur
- ókendur
Onnur tíðindi

Ikki færri enn 7 brot á leiðreglurnar vórðu framd í Degi og Viku seinasta mánadag, sigur stjórin á R7, Ingi á Steinmørk, í kæruni til kringvarpsstjóran.

R7 hevur áður víst á tað margháttliga í, at umboð fyri fleiri aðrar miðlar eins og fleiri politikarar vóru við í sendingini, sum viðgjørdi R7, men onki umboð fyri R7 slapp at svara atfinningunum.

Tað vóru nógv umtalaðu orðini hjá einum av vertunum á R7, Óla Breckmann, har hesin umtalar norðurkoreanska leiðaran sum eitt "skeivoygt sosialistiskt knetti", sum vóru til viðgerðar í Degi og Viku seinasta mánadag. Orðini hjá Óla Breckmann fullu í eini sending í mars í ár.

Í Degi og Viku  boðaði landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, eisini frá, at hon hevði biðið umsitingina hjá sær fyrireika eina áminning til R7 um treytirnar í sendiloyvinum.

Í Degi og Viku varð borið fram sum fakta, at R7 varpar haturstalu og rasismu.

- Hetta er manipulatión og grov ærumeiðing av R7, og kemur helst at raka R7 hart fíggjarliga, tí útvarpsrásin verður rikin av at selja lýsingar. Lýsarar vilja sjálvandi ikki setast í samband við haturstalu og rasismu. Men at fáa R7 at tagna er helst eisini ætlanin við herferðini ímóti rásini, sigur Ingi á Steinmørk, stjóri í R7.

Kæran sæst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo