Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Vinna

Kringvarpið: Sambært almenna orðaskiftinum hildu tey flestu, at niðurstøðan hjá Umboðsmanninum, hin 10.desember í 2014, var klokkuklár - tað ber ikki til at flyta eitt veiðiloyvi av línuskipi yvir á eitt uppsjóvarskip.

Kortini hendi tað - ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir. Fyrst á sumri í 2016 og síðani aftur móti sumri í 2017 vórðu veiðiloyvi flutt av línuskipum yvir á uppsjóvarskip.

Hevði landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum handlað í stríð við niðurstøðuna hjá Umboðsmanninum frá desember 2014? Og hevði landsstýrismaðurin givið løgtinginum skeivar ella villleiðandi upplýsingar um hesi viðurskifti?

Nei, segði kanningarstjórin, ið varð settur at kanna málið fyri løgtingið. 

Jón Brian Hvidtfeldt leggur sendingina til rættis.

Hoyr sending her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo