Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Aftaná valið í heyst fekk Kvf sín politiska vilja og síðani sosialistiska samgongan tók um stýrisvølin, hevur onki verið at hoyrt um illgrunasamar samgongupolitikarar. Ongar veljarakanningar verða gjørdar og ongar politiskar samgongugølur verða sagdar.

Ístaðin fyri at tosa um politisk missbrot og jagstra samgongufólk, er miðilin farin eftir vinnulívinum.

Seinast varð byrjað við samrøðu við løgtingsformannin, sum helt, at stóru føroysku fyritøkurnar eru skaðiligar fyri føroyska samfelagið.

Og í sendingini um føroysku fiskivinnuna, som bleiv sett á dagsskrá dagin fyri, at vinnunevndin skuldi leggja fram álit í Løgtinginum um uppboðssøluna, stóðu reiðarafyritøkurnar fyri skotum.

Tá brot í somu sending vórðu víst av samgonguleiðarunum hoyrist tølandi klassiskur tónleikur (Grieg), men tá so myndir blivu vístar av reiðarunum var tónleikurin ófrættakendur - samstundis sum hyggjarin var kunnaður um hundraðtals milliónirnar, sum reiðararanir skavaðu undir seg av fólksins ogn.

So kom Smyril Line á skrá, har eigararnir vórðu sagdir at gera sær dælt av partaeigarasáttmála og klóraðu undir seg 10-tals milliónir - av órøttum sjálvandi. 

Tíðinaherferðin, uttan sakligt innihald, tykist ongan enda at fáa. Kritiskur journalistikkur verður tað kallað.

Konkurerandi stjórarnir
So var tað alifyritøkuna Bakkafrost.

Tað byrjaði spakuliga við lýsnum. Síðani ársskiftið er almennigurin kunnaður um hesa vaksandi plágu, sum Bakkafrost sjálvandi hevur alla ábyrgdina av. Konkurrerandi stjórar í øðrum alifyritøkum eru slopnir mestsum snikkaleysir, burtursæð frá, tá teir hava sett Bakkafrost á skrá.

Mikudagin var so Radarin aftur á skránni. Sendingin var nærum burturav ein lemjandi útspilling av Bakkafrost.

Onki umboð fyri Bakkafrost var í sendingini (stjórin var burturstaddur, varð sagt), men  konkurrerandi alistjórarnir sluppu aftur ótarnaðir at skuldseta Bakkafrost fyri ólógligt virksemi?!

Eini stjórin visti at siga, at “Øll innan vinnuna vita...”  og hin stjórin kundi eisini "avdúka", at “Fyri at kalla ein spaka fyri spaka, so er talan um kreativa bókføring...” o.s.fr.

Smáu alifyritøkurnar?
Frá útvarpsvertinum var bert mikrofonhaldarí, eingin mótspurningur. Sokallaðu kritisku kjakini undir farnu samgongu eru nú vorðin tað bera prát, har úrslitið sýnist avrátt frammanundan. Soleiðis er innihaldið í prátinum bert spurningur um at fáa úrslitið at passa.

Hinir alararnir vóru av Radaranum lýstir at  umboða “smáu” alifyritøkurnar í Føroyum. Hetta var annars manipulatión.

M.a. er Marine Harvest 10 ferðir størri enn Bakkafrost, og fyrtøkan er púrasta stýrd av útlendskum kapitali, og fer alt sum henda fyritøka kastar av sær óskert til útlendska partaeigaran.

Harafturat er Marine Harvest sloppið at vaksa um sítt virksemi her, hóast hetta er í andsøgn við núgaldandi reglur í alilógini um útlendskan eigaraskap. Marine Harvest keypti enntá 100% av partapeninginum í føroyska felagnum, hóast hetta var eitt brot á galdandi alilóg.

M.a. hetta kundi Radarin fortalt lurtarunum, men so eiðasørt. Nú er tað fyritøkan Bakkafrost, sum áhaldandi skal "avdúkast".

Stelth-verð
Spurningurin er eyðsýndur, finst yvirhøvur eingin journalistiskur sjálvsagi handan mikrofonirnar?

Nýggja samgongan reikar eftir øllum at døma í avráddari stelth-verð, so almenni Radarin ikki fær hana á skíggjan.

Soleiðis kann alt renna saman í politiskum tíðindakammerataríi uttan nakað sokallað kritiskt journalstiskt mótspæl er - skilst.

Nær man hálovaði kritiski journalistikkurin verða skiftur út við sakligum og upplýsandi tíðindaflutningi?

Bjarni Djurholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo