Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Ella hvussu var tað nú?

Rættin til at avgera yvir eins egna kroppi, eiga øll? 

Vísandi til innslagið í Degi og Viku 25. mai, har tað bleiv sagt, at tað var ótrygt fyri kvinnur í Føroyum at gerast við barn, óynskt.

Og at ein orsøk til óynskta graviditetin var at fyribyrgjanin sveik? Sambært donskum kanningum.

Er tað so einstýðandi við, at tað lívið, sum er byrjað í móðurlívi, skal enda? 

Tað verður ávarað á fyribyrgjandi evnunum man fær, at tað er ein møguleiki, vanliga uppgjørt í %, fyri at gerast við barn. Hetta hevur man sæð henda upp ígjøgnum tíðirnar.

Og tá er mín spurningur, til kvinnurnar, sum siga seg vilja taka ábyrgd fyri sínum egna lívi og kroppi:

Vilt tú ikki taka ábyrgd fyri tínum lívi, sum tað sær út nú og tí lívi, sum júst er gitið í móðurlívi, og tekur form?

Hvør skal tala søkina hjá tínum barni, sum er við at forma seg í tínum móðurlívi, við arvaeginleikum frá tær og pápanum?

Eitt nýtt, serstakt individ, ið ikki er eins og nakar annar. 

Hvør skal taka ábyrgdina fyri at títt barn, einaferð, sjálvt, kann hava rætt til at taka egnar avgerðir fyri sínum egna kroppi?

Tí tað sum veksur í tínum móðurlívi er ikki tín kroppur, men ein heilt nýggjur kroppur, sum hevur brúk fyri tínari verju.  

Vit vita, at vísindin sigur, at tá eggið og sáðkyknan møtast, verða til eitt, síggjast ljósblink, og ein heilt nýggj kykna verður til.

Tað merkir, her er lív, her byrjar lívið.  

Hvørt eitt barn sum føðist, er sum eitt “yvirraskilsi” fyri mannaættina.

Og tað er í hesum anda, vit eiga at taka ímóti einum og hvørjum barni. 

So tí er mín spurningur til Frítt Val:

Hvarí liggur ótryggleikin at fáa eitt barn? 

Nær er eitt barn ein forðing fyri at náa tí, ella tað, tú ætlaði?

Margretha Kjærbæk
Sjúkrarøktarfrøðingur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo