Jú svartari náttin, tess bjartari glottin
- Ludvík á Brekku
Lesarin skrivar

Ágangurin á Føroya Pedagogfelag og limir tess hevur í longri tíð verið øgiligur, frá politiskum myndugleikunum, sum ikki vilja taka ábyrgd.

Tordur Niclasen hevur helst misskilt nøkur grundleggjandi viðurskifti, tá hann av tingsins røðarapalli, undir umrøðu av fíggjarlógini fyri 2020 sigur, at Føroya Pedagogfelag koyrdi borgarar úr sínum egna heimi undir verkfallinum.

Føroya Pedagogfelag hevur ikki ábyrg av borgaranum. Hesa ábyrgd eigur landið!

Tá ið eingin sáttmáli er og samráðingarnar eru slitnaðar, er eingin avtala millum partarnar, og tí er ikki álagt arbeiðstakara at møta til arbeiðis. Stavnsbandið er avtikið. 

Tað hevði sømt seg betur um politikarar tóku gerandisstøðuna hjá hesum somu borgarunum í størri álvara. Eitt nú at sett seg inn í støðuna á hægstu feriu tíð – ein støða, ið var minst líka ring, um ikki verri enn undir verkfallinum í desembur 2017 og januar 2018.

Undantøkini, ið givin vóru av Føroya Pedagogfelag, taldu áleið 2/3 av limunum felagsins innan Almannaverkið. Hetta er betri enn gerandisdagurin, tá ið feriurnar eru.

Føroya Pedagogfelag frættir javnan um vánaligu umstøðurnar hjá borgarunum undir Almannaverkinum. Støður, ið okkara limir meta vera alment umsorganarsvik, brot á mannarættindi og viðurskifti, sum líkast tí.

Gevið fyrst borgarunum í landinum, serliga teimum undir Almannaverkinum sømilig kor, áðrenn tit rætta kanóninar mótið fakfelagnum, ið umboðar flest teirra, ið skulu røkja eina stóra og týðandi uppgávu, uttan at hava hóskandi umstøður.

FØROYA PEDAGOGFELAG 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo