Mangt togið slitnar av tí, at tað er ov stutt
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Sáttmálasamráðingarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum, bæði viðvíkjandi teimum, ið starvast hjá landinum og teimum, ið starvast hjá kommununum, hava verið torførar hesu ferð, og enn eru fleiri semjur eftir at gera. At báðir partar hava rætt til at fara í arbeiðssteðg í sambandi við, at sáttmála­samráðingar slitna, er grundleggjandi fyri okkara skipan á arbeiðsmarknaðinum. Hetta skal sjálvandi virðast.

Í tí stríðsstøðu, sum tekur seg upp í sambandi við arbeiðssteðg, er tó alneyðugt, at stríðandi partarnir tryggja, at lív og heilsa hjá borgarum ongantíð verður sett í vanda. Somuleiðis mugu vit tryggja okkum, at ein arbeiðssteðgur ikki hevur við sær, at stór samfelagslig virði fara fyri skeyti.

Tað kann undir ongum umstøðum góðtakast – heldur ikki tá talan er um stríð um lønar- og sáttmálaviðurskifti – at okkara veikastu borgarar verða tiknir sum gíslar. Eins og verkfalsrætturin er grundleggjandi rættur, hava bæði kommunur og landsmyndugleikar grundleggjandi og lógarfesta skyldu at tryggja, at vandi fyri lív og heilsu ongantíð stendst av vantandi tænastu. Báðir partar á arbeiðsmarknaðinum mugu tískil gera sítt til, at arbeiðssteðgur og vantandi undantøk ikki føra við sær, at okkara veikastu ikki fáa nøktandi námsfrøðiliga hjálp ella heilsurøkt.  

Av hesi orsøk hava almennu arbeiðsgevararnir – tað eru Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Fíggjarmálaráðið – gjørt avtalu um undantøk í sambandi við arbeiðssteðg við Føroya Pedagogfelag. Nú friður aftur valdar á hesum sáttmálaøkinum, eiga partarnir at seta seg saman at eftirmeta, um avtalan virkar sum ætlað, og á hendan hátt tryggja, at okkara veikastu borgarar ikki aftur koma í klemmu í sambandi við ein arbeiðssteðg. Somuleiðis eigur Kommunala Arbeiðsgevarafelagið at gera avtalur um undantøk við tey yrkisfelag, ið enn ikki hava slíka avtalu.

Kommunala Arbeiðsgevarafelagið
Annika Olsen, formaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo