Skal eg velja ímillum frið og rættvísi, so velji eg rættvísi
- Theodore Roosevelt
local.fo

News in English

Mítt tastatur

Fyrrapartin skipaðu Reiðarafelagið, Nótaskip og Vinnuhúsið fyri einum kveikjarafundi í Østrøm á Skálatrøð, har m.a. Ragnar Arnason, professari í búskapi við Háskúla Íslands hevði eina framløgu.

Arnason er ein tann fremsti granskarin í heiminum innan kvotaskipanir og hvørja ávirkan tær ymsu kvotaskipanirnar hava á búskapin.

Hansara sjónarmið er, at tá fiskivinnan er skipað eftir søguligum rættindum, fær samfelagið búskaparliga mest burtur úr fiskivinnuni.

Hann mælir staðiliga frá, at lata út loyvini um uppboðssølu.

Arnason hevur m.a. ráðgivið londum um skipan av fiskivinnuni, og hevur eisni arbeitt fyri ST.

Útvið 100 fólk vóru komin at lurta eftir Arnason. Hetta vóru alt fólk, sum so ella so hava áhuga í, hvat fer at henda, tá verandi kvotur fella burtur.

Har vóru landsstýrisfólk, løgtingsfólk, embætismenn, granskarar, bankafólk, grannskoðarar, vinnulívsfólk og onnur áhugað.

Hetta hevði av eini ella aðrari merkiligari grund ikki nakran áhuga hjá KVF.

Tá amerikanski professarin Bromley, sum er heitur talsmaður fyri uppboðssølu, var í Føroyum í farna mánað, var ikki hissini rúmd hann fekk í KVF.

ólavur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo