Arbeiði spillir ongan
- føroyskt orðatak

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Í Spania er stór óvissa um hvat myndugleikarnir í Katalonia hava gjørt tá ið talan er um loysing.

Stjórnin vil tí hava eitt greitt svar, áðrenn hon møguliga yvirtekur valdið í Katalonia, skrivar NRK.

– Tann spanska stjórnin spyr nú formelt um myndugleikarnir í Katalonia hava tikið loysing ella ikki, segði forsætisráðharrin Mariano Rajoy á einum tíðindafundi fyrrapartin.

Hann undirstrikar at svarið frá sponsku stjórnini er treytað av svarinum stjórnin fær úr Barcelona.

Rajoy hevur fyrr hótt við at brúka grein 155 í grundlógini, sum sigur at stjórnin í Madrid yvirtekur alt Katalonia.

Í dag endurtekur forsætisráðharrin at tað kann gerast aktuelt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann