Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Vinna

Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost samtakinum fyri triðja ársfjórðing 2017 var 252 milliónir krónur saman­borið við 255 milliónir krónur triðja ársfjórðing 2016.

- Hóast laksaprísurin lækkaði í ársfjórðinginum, hevði Bakkafrost eitt nøktandi úrslit. Spotprísurin á laksi í triðja ársfjórðingi í ár var munandi lægri enn í triðja ársfjórðingi í fjør. Vit meta, at útlitini á laksamarknaðinum eru hampilig, tó verður prísurin helst lægri framyvir. Tænastuskipið M/S Róland, byrjaði virksemi í hesum ársfjórðingi, og er felagið nú væl fyri at halda lúsini burtur við góðum loysnum. Liðugvøruframleiðslan, sum hevði byrjanartrupulleikar fyrra hálvár í ár, gjørdi hugalig framstig í hesum ársfjórðinginum, sigur Regin Jacobsen, stjóri, í viðmerking.

Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 217 milliónir krónur samanborið við 294 milliónir krónur triðja árs­fjórðing í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 4 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í ár í mun til eitt rakstrarhall á 47 milliónir krónur fyri sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún var 79 milliónir krónur samanborið við 62 milliónir krónur fyri triðja ársfjórðing í fjør.

Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 356 milliónir krónur við endan av triðja ársfjórðingi 2017, og felagið hevði 933 milliónir krónur í ótroyttum kredittum. Solvensurin hjá Bakkafrost var 68% við endan av triðja ársfjórðingi 2017.

Um útlitini sigur Bakkafrost, at Laksaprísurin hevur verið á methøgum støði síðani 2016, men sum væntað lækkaði laksaprísurin í triðja ársfjórðingi, tí útboðið av laksi øktist. Seinastu greiningarnar hjá Kontali Analyse meta, at útboðið av laksi økist við 2% í 2017 og 7-8% í 2018 samanborið við eina lækking á 6% í 2016.

Les meira um úrslitið hjá Bakkafrost

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo