Satt mansevni sæst ikki góðar og lagaligar løtur, men bert tá ein stendur í mótburði og stríði
- Martin Luther King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

BETRI: Rakul Maria Johannesen og Elin Sofía á Tjaldrarfløtti Vestergaard hava fingið kr. 15.000 í part til uttanlandsuppihald í sambandi við útbúgving. Áhugin fyri legatinum var aftur hesaferð stórur og 15 umsóknir komu inn.

”Vit fegnast um stóra áhugan fyri Betri legatinum. Hetta avspeglar stóra áhugan hjá føroyska ungdóminum at víðka sjónarringin og leita sær íblástur úti í heimi, og vit eru fegin at kunnu geva okkara íkast til, at okkara lesandi fáa eina fjølbroyttari og betri útbúgving.” sigur Ólavur Jensen, marknaðarleiðari í Betri

Betri legat er eitt legat fyri ung føroysk lesandi, ið eru farin undir eina hægri bókliga útbúgving ella yrkisútbúgving. Legatið er ætlað sum stuðul til uttanlandsuppihald í beinleiðis sambandi við útbúgvingina.

Legatið var latið á fyrsta sinnið á sumri í 2016 og higartil hava legatmóttakarnir søkt sær íblástur í Sydney, París, Brússel og Tanzania. Hesa ferð varð legatið latið tveimum umsøkjarum, ið leita sær til ávíkavíst Svalbard og New Zealand.

Rakul Maria lesur jarðfrøði í Keypmannahavn og fer í oktobur til Svalbard í eina lestrarhálvu, meðan Elin Sofía, ið lesur fólkalívsfrøði, fer at nýta ferðina til at gera feltarbeiði í New Zealandi, sum skal nýtast til kandidatuppgávuna.

Sí fleiri myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann