Tann av tykkum, sum er uttan synd, hann kasti fyrsta steinin...
- Jesus úr Nasareth
Krutl

Fólkakirkjan: - Hetta tiltakið við Vøggusangi í kirkjuni er eitt sera gott tiltak.

Orðini eigur 29 ára gamla Rakul Winther úr Klaksvík, sum er ein av mammunum sum annanhvønn fríggjadag seta hvørjum øðrum stevnu í Christianskirkjuni.

Hon er her við fyrsta barni sínum, tríggjar mánaðar gomlu dóttrini, Anna Winther Knudsen, sum var doypt leygardagin í somu kirkju.

- Ja, tað er heilt sikkurt, at Anna dámar sera væl at koma her í kirkjuna. Her verða sansirnir hjá henni stimuleraðir á ein serstakan hátt, greiðir Rakul frá.

Tað er urguleikarin í Christianskirkjuni, Johanna Johannessen sum stendur fyri Vøggusanginum.

Tiltakið er væl undirtikið. Onkutíð eru 16 mammur við pinkubørnum; onkutíð eru tær 8, og henda dagin vóru 12 mammur við til vøggusangin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo