Tað eru tveir marknasteinar í tilveruni hjá víðskygda journalistinum. Tá ið hann varnast, at eingin er áhugaður í sannleikanum. Og tá ið hann verður vísur í, at eingin er áhugaður í sannleikanum
- Høgni Mohr
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Ternan siglir ikki í dag! Ramaskríggj á Sandoynni… og tað av røttum. Hvat við øllum teim sandoyingunum, sum skulu møta til arbeiðis inni á meginlandinum kl 08.00? ... aftur nú...

Fyri at seta plástur á sárið velur Strandferðslan at taka Sildberan úr siglingini út til Skúvoyar og seta hann í siglingina um Skopunarfjørð. Eru sandoyingar nøgdir? NEI ! Als ikki. Sildberin tekur bara 30 ferðafólk og ONGAN bil! KRISA! ...enn einaferð av røttum, tí hetta kann man bara ikki bjóða nøkrum teirra, sum bara hava (bil)ferjuna at líta at sleppa til arbeiðis og heimaftur. Ella kann man...?

Hvat ongin tosar um, eru teir neyðar skúvoyingar, sum ongan veg sleppa. Teirra einasta leið til og frá oynni mánadagar er tikin frá teimum og annað far, sum er bæði gamalt og í ringum standi og sera skjótt má uppgeva at koma framat bryggjuni í Skúgvi, verður sett inn í rutuna hjá Sildberanum. Ongin ruta til Skúvoyar mánadag vegna brek í Teistanum, sum siglir um Skopunarfjørð... Kann man bjóða nøkrum tað?

Nú skuldi man trúð, at hetta var tað fúlasta, man kann bjóða útoyggjafólki í Føroyum, men tíverri...

Í Skúgvi ganga í hvussu er 4 mans, sum allir ætla sær av oynni hendan sama mánadag. Av tí at Sildberin verður tikin úr rutu og gamla Súlan ikki sleppur framat bryggjuni so skuldi man trúð, at Strandferðslan sendi boð eftir tyrluni at fara út til Skúvoyar eftir teimum 4, sum standa og trippa og sleppa ikki avstað, men nei.

Strandferðslan lyftir ikki hond frá síðu (sum vit duga at síggja) annað enn at siga, at Súlan siglir fyri Sildberan. (Gangi út frá, at tey á Strandferðsluni vita, hvussu umstøðurnar eru bæði umborð á Súluni og við bryggjuni í Skúgvi, og at Súlan ongan kjans hevur at gera túr).

Ramaskríggið frá sandoyingum hoyrdist um alt Føroya land. Útvarpið bar tíðindini til allar føroyingar. Eitt, tvey, trý. So vistu øll tað. Tí øll lurta eftir útvarpinum. Eisini á facebook sást ónøgdin hjá sandoyingum. Ongin segði nakað um skúvoyingarnar, sum máttu líða, fyri at sandoyingar – nakrir fáir í øllum førum – skuldu sleppa til arbeiðis.

Á einhvønn undarligan hátt er eydnast tí eina skúvoyinginum at fáa fatur á onkrum á tyrludeildini hjá Atlantic ella kanska einum tyrluflogskipara. Hóast tað er uttanum vanligu ferðaætlanina hjá tyrluni, so ger tyrlan EIN túr til Skúvoyar hendan lagnumánadag.  Tá hon fer uppfrá aftur standa hinir tríggir spyrjandi eftir.... Hví vistu vit onki um, at hon kom í dag? Hví hevur ongin sagt okkum frá? Hvar er kunningin frá Atlantic Airways? Ella eru tað bara tey serligu, sum fáa sersømdir frá AA?

Tíðin er komin at stilla rópið frá skúvoyingum verður til eitt líka stórt ramaskríggj, sum tað frá sandoyingum í dag! Tað er ikki rætt at gera sovorðnan mun á fólki. Skúvoyingar hava líka nógv brúk fyri møguleikanum at hava dagligt samband við restina av Føroyum, sum sandoyingar hava!

Eitt er, at veður og vindur viðhvørt ger, at antin sigling ella flúgving ikki er møgulig. Tað gerst ikki við. Har ráða vit ikki. MEN at taka einasta farið og setur tað í sigling á einari rutu, har man veit frammanundan, at tað er alt ov lítið og ótíðarhóskandi, er undir alt lágmark. Og at gera hetta uttan samstundis at seta tyrluna í almenna flúgving ístaðin er somuleiðis undir alt lágmark. OG at AA letur tyrluna allíkavæl fara til Skúvoyar UTTAN at boða ØLLUM skúvoyingum frá er somuleiðis undir alt lágmark. Var sjálv har suðuri seinasta vikuskifti og skuldi heimaftur sunnudag, men slapp ikki, tí ikki var flúgvandi.

Mánadagin vóru bestu floglíkindi, tó at aldan í sjónum enn var ov tung til at Sildberin kundi sigla, men sjálvt um vit ringdu og kimaðu til AA, so vildu teir ikki koma eftir okkum, sum skuldu av oynni. (Vit vóru tá tríggjar kvinnur). Tað var jú uttanum vanligu ferðaætlanina, fingu vit at vita.

Er hetta happing av útoyggjafólki? Er hetta líkasæla? Er hetta vanvirðing fyri teimum, sum velja stilla óstressaða útoyggjalívið fram um lívið á fastlandinum? Er hetta líkarættur? Er hetta OK????

Eg spyrji bara....

Halda S. Hansen
 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo