At reka handil uttan at lýsa er sum at blunka til eina kvinnu í myrkri
- Stuart H. Britt
local.fo

News in English

Krutl

Ein kinesisk modellstova verður nú løgd undir at hava noytt eina 14 ára gamla russiska gentu at arbeiða so nógv, at hon doyði av tí.

Tilburðurin fór fram undir Shanghai mótavikuni herfyri. Gentan small um, og hóast hon í skundi varð koyrd á sjúkrahús, so doyði hon dagin eftir, tí gøgn hennara gingu fyri. 

Gentan small um, eftir at hon hevði gingið model í 13 tímar uttan steðg. Og síðani er komið undan kavi, at hon hevði ein sáttmála við modellstovuna, sum South China Morning Post kallar ein trælasáttmála.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo