Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

So var aftur galið. Ternan siglir ikki til Nólsoyar, og ongin annar enn Sildberin verður settur í siglingina til Nólsoyar fyri Ternuna.

Nólsoyingar eru forfardir.  Og tað av røttum, tí hvør tímir, sum er vanur við góða stóra ferju, sum tekur bilar, at taka til takka við lítla jollu, sum ikki eingong hevur eina ordiliga landgongd?

Hví í verðini skulu nólsoyingar finna seg í tí?

Hvør havnamaður hevði funnið seg í tí?

SSL heldur seg hava gjørt eina góða gerð. Teir røkja Ternuna. Hon skal jú á beding viðhvørt, so at hon er trygg og góð at sigla við. Og so hava teir eisini sett annað skip í sigling ístaðin, so hvat hava nólsoyingar at grenja um?

Í Nólsoy ganga tey og leingjast. Teirra kæra Terna er burturi. Hon er ikki heilt frísk, og “læknarnir” siga, at tað tekur longri tíð, enn væntað.

Sorgin og saknurin er stórur.

Ikki tí at tey eru so ræðuliga góð við Ternuna, men tí óhugnaligi Sildberin er komin at taka sær av teimum.

Lítil og vandamikil siglir hann um fjørðin við ferðafólki, sum má lata bilin standa eftir. 

Uttan so at tú dugir og ert førur fyri at hava súkkluna við tær um fjørðin, so mást tú lata hjólini standa eftir – antin tað er í Nólsoy ella í Havnini.

Men hvussu var tað nú? Var Sildberin ikki í sigling aðrastaðni? Jú, víst var hann tað.  Eisini í Skúvoy ræður sorgin og saknurin. 

Teirra kæri Sildberi er horvin.

Tikin frá teimum, tá tørvurin á honum var alstórur.

Nógvu ferðafólkini, sum høvdu ætlað sær út til Skúvoyar at halda langt vikuskifti, stóðu sum kánus og hugdu eftir lítlu Súluni, tá hon fór vaggandi um fjørðin við einans 12 ferðafólkum umborð.

Onkur royndi at gera vart við tað hjá SSL, men boðini vóru stutt og greið:

“HVAT FANIN BILLAR TÚ TÆR INN AT RINGJA TIL MÍN?” 

Hvør føroyingur tímir ella skal finna seg í slíkum málburði?

Er hatta tað, tey kalla kundarøkt hjá SSL?

Enn einaferð máttu skúvoyingar standa við svartaper, tí ein av hinum ferjunum hjá SSL ikki kundi vera í sigling í nakrar dagar. 

Eg sigi ikki nólsoyingar ringar fyri at harmast um at vera noyddir at sigla við Sildberanum. Teir eru vanir við nakað heilt annað (og betri), og hava innrættað sína tilveru eftir tí.

Heldur ikki sigi eg skúvoyingar ringar fyri at harmast um enn einaferð at lata teirra einasta fasta (dagliga) samband til sokallaða fastlandið frá sær, tí ein eitt sindur størri oyggj hevði onki samband við Havnina.

Hvar er samhugin við teimum, sum enn halda fast við teirra rætt til at búgva á einari av smærru oyggjunum?

Einaferð tosaðu tey um útoyggjamenning....... er tað eitt fremmandahugtak?

Ella bara fín orð fyri at fáa atkvøður fjórða hvørt ár?

Eg spyrji bara...

Pinkulítla avgamla Súlan vaggar enn um Skúvoyarfjørð. Skúvoyingar máttu og mugu dagliga fyri tíðina finna seg í at verða tveittir fleiri áratíggju aftur í tíð, tá tað ræður um sambandið inn á fastlandið.

Hvør virðir og skilir útoyggjabúgvarnar í Skúvoy?

Hvør hoyrir teirra bøn um at hava Sildberan í frið?

Hví skulu hesi – um enn fáu – menniskju ferð eftir ferð fáa eitt minni, eldri og verri skip, sum í veruleikanum ikki er egnað til ferðafólk? 

Hví skulu nólsoyingar á sama hátt ferð eftir ferð fáa eitt nógv minnið skip, sum ikki er egnað til ta leiðina?

Eg meini so við.

Tá Smyril á sinni ikki kundi sigla, tá varð sjálv Norrøna, okkara flaggskip, sett í sigling fyri hann.

Er tað støddin á oyggini, sum ger, um skipið skal “opgraderes” ella “nedgraderes”, tá vanliga ferjan ikki kann sigla, ella er tað okkurt annað?

Hvat sigur leiðslan á SSL?

Hvat sigur landsstýrismaðurin?

Munnu tey vera bangin fyri at úttala seg?

Eg bíði spent eftir svari.

Halda S. Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo