Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Seinastu tíðina hava vit mangan gjørt vart við vandarnar, ið liggja fyri framman, um vit lata LGBT-rørsluna yvirtaka okkara virðir. Hetta kjakið hevur ofta verið uppi í samband við viðgerðini av hjúnabandslógini í Løgtinginum.

LGBT Føroyar er millum fyrstu felagsskapir, ið vilja fortelja tær, at teirra stríð steðgar ikki við at broyta hjúnabandslógina.

Tey berjast fyri "full javnrættindi" fyri allar teirra limir - altso samkynd, tvíkynd og tvørkynd.

Tey hava áður borið fram, at tey í dag einans hava 17% av tí javnrættinum, ið tey ynskja.

Vit hava sæð, hvussu lond rundan um okkum eru við at missa teirra fatan av hvat kyn er. Hetta kemur alt í stóran mun í kjalarvørrinum av, at hjúnabandslógin er broytt í landinum. Men tá vit peika á hetta, so flenna fólk eftir okkum og siga, at tað er okkara ógrundaði ótti (fobi), ið talar, og at tað er ein uppspunnin myta, ið vit koma við.

Her kemur so nýggjasta dømi frá statinum North Carolina í USA. Tann 23. mars 2016 samtykti North Carolina eina lóg, ið áleggur fólkum at brúka almenn vesir og skiftingarrúm, ið samsvara við teirra dópsbræv - altso sleppa menn ikki at brúka almenn konufólkavesir og konufólkaskiftingarrúm og umvent. Lógin forðar tó ikki privatum feløgum og fyritøkum, ið at skipa sín "vesipolitikk" soleiðis, sum tey ynskja, og hon loyvir enntá tvørkyndum monnum at brúka konufólkavesið og konufólkaskiftingarrúmið, um altso teir hava skift kyn løgfrøðiliga.

Í Føroyum átti ongin slík lóg at verið neyðug, tí at flestu okkara síggja hetta sum vanligt skynsemi. Um Løgtingið hevði samtykt slíka lóg, so høvdu vit neyvan fingið stóra reaktión uppá hetta.

Men í North Carolina spælir pípan eitt annað ljóð. Í mótmæli móti hesari lóggávu hava stórar fyritøkur sum PayPal og Deutsche Bank steðga sínar ætlanar um at opna nýggj kontór í statinum og harvið skapa eini 1000 nýggj faklærd arbeiðspláss. Kendu tonleikararnir Bruce Springsteen og Ringo Starr hava báðir avlýst sínar komandi konsertir í statinum fyri at mótmæla lógina.

Stutt eftir at lógin var samtykt, so skrivaði Human Rights Campaign eitt mótmælisskriv til stakríkisstjóran í North Carolina, Pat McCrory. Hetta mótmælisskrivið varð undirskrivað av yvir 100 stórum fyritøkum, og millum hesar teljast m.a. Facebook, eBay, Google, Apple, Goldman Sachs, Kellogg´s, Twitter, Coca Cola Company, Dropbox, YouTube, Yahoo, Reddit, United Airlines, American Airlines, Visa, Starbucks, Microsoft, Marriot og Hilton.

Slíkar stórar reaktiónir hava vit sæð ímóti eini so lítlari lóggávu í North Carolina, tí hon talar ímóti politisku korrektheitini, ið altjóða LGBT-rørslan hevur staðið á odda fyri.

Hugsa tær hvar vit eru áveg, um vit ongantíð tora at tala at.

Við vón um eina bjarta framtíð
Nevndin, Ung fyri Miðflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo