Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Eric Cantona og Roy Keane vóru herviligir at fáa reyð kort, tá teir leiktu við Manchester United í 1990-unum og 00-unum.

Men óansæð hvussu herviligir Cantona og Keane so vóru at fáa reyð kort, koma teir ikki uppá knøini á 31 ára gamla Real Madrid verjuleikaranum Sergio Ramos, sum í kvøld fekk sítt 24. reyða kort sum Real Madrid leikari. Hann setti í hesum sambandi eisini eitt nýtt, um enn heldur ivasamt, met.

Hetta hendi í 0-0 dystinum á útivølli ímóti Athletic Bilbao - eitt úrslit, sum hevur við sær, at Real enn er átta stig aftanfyri FC Barcelona í La Liga, eftir at FC Barcelona fyrr í dag leikti javnt 2-2 á heimavølli ímóti Celta Vigo.

Ramos fekk reyða kortið í 86. minutti.

Í sambandi við at Ramos fekk sítt 22. reyða kort sum Real Madrid leikari í apríl í ár á heimavølli ímóti FC Barcelona, gjørdi enska blaðið The Guardian eitt yvirlit yvir øll tey reyðu kortini hjá Ramos.

Sí yvirlitið her

Tað 23. reyða kortið hjá Sergio Ramos kom á útivølli ímóti Deportivo La Coruna í august. Tá tangeraði hann tað gamla metið á 18 reyð kort í La Liga, sum Pablo Alfaro (Real Zaragoza) og Xavi Aguado (Real Zaragoza) høvdu átt áðrenn.

Ramos hevur nú fingið 19 reyð kort í La Liga, og eigur hann harvið metið fyri flest reyð kort í La Liga einsamallur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo